Handlar
Stað
Matur & Drekka

Fjord í Fuglafirði

x
Fyritökan Fjord byrjaði upprunaliga í september 2016, tá ið Suffía Nón teknaði nakrar súlur, ið hon legði út á sín facebook-vanga. Í dag eru plakatirnar nógv eftirspurdar, bæði í Föroyum og uttanlands. Eisini er vöruúrvalið hjá Fjord vaksið nógv, og fevnir nú um t.d. postkort, magnetir, koppar, barnadraktir, seingjarklæðir v.m.
Allar Fjord vörurnar hava íblástur úr föroyskari mentan og siðvenju.
9. November 2019 var tíðin búgvin at lata egna sölubúð upp, og tað bleiv sjálvandi í heimbygdini hjá Suffíu, ið er Fuglafjörður.
Í sölubúðini ber eisini til at keypa kaffi og okkurt sött afturvið. Vælkomin til föroyskan hugna og list.
Opið er soleiðis
Mánadag – fríggjadag 10-17:30
Leygardag kl. 10-14
Sunnudag er stongt.

Address

Í Støð 6
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Upplatingartíðir

Monday - Friday 10:00 - 17:30
Leygardag 10:00 - 14:00