Tórshavn (capital)
List & Søvn

Føroya Sjósavn (Aquarium)

x

Føroya Sjósavn varð sett á stovn í 2006, við ti endamáli, at sýna fram dýr og plantur sum liva í sjónum á okkara leiðum. Føroya sjósavn er skipað sum grunnur við nevnd og einum dagligum rakstri. Framsýningarnar hava síðan 2006 verið í íshúsinum á Argjum.

Serligur dentur verður lagdur á at hava livandi framsýningar, sum geva gestum eina so góða heildarmynd av lívinum í sjónum á okkara leiðum sum til ber.

Harumframt er eitt aðalmál at undirvísa skúlaflokkum, barnagørðum og øðrum bólkum í evnum sum hava beinleiðis samband við lívið í sjónum og framsýningarnar

 

Upplatingartíðir

Á sumri (15. juni til 1. september) er opið allar dagar uttan mánadag frá 14:00 til 17:00. Mánadag er stongt!

Á vetri (1. september til 15. juni) er opið hvørt vikuskifti frá 14:00 til 17:00. Gerandisdagar er stongt fyri almenninginum!

 

Kostnaður

Børn 0-4 ár Ókeypis

Børn 5-14 ár 20 kr

Vaksin 40 kr

Address

Rættargøta 1
160 Argir
Tórshavn (capital)

Upplatingartíðir

-