Eysturoy
Trúarlív

Fuglafjarðar kirkja

x

Fuglafjarðar kirkja er ein av nýggjaru kirkjunum í Føroyum. Hon var bygd á sama stað, sum undanfarnu kirkjurnar vóru, rættiliga miðskeiðis í býnum og beint við kirkjugarðin. Tætt við kirkjuna er hugnaliga miðstaðarlundin, har útigudstænasta plagar at vera 2. hvítusunnudag.

Fuglafjarðar kirkja var innvígd á hvítusunnu 10. juni í 1984. Danski arkitekturin, sum teknaði kirkjuna, er Holger Jensen. Kirkjan er kend fyri sín ljósa, norðurlendska opna stíl, við stórum vindeygum oman móti bygdalagnum og fjørðinum, fyri góða akustikkin og flotta Marcussen & søn orgulið, sum hevur 26 stemmir.

Address

Kirkjuvegur 20
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Contact

Website

Upplatingartíðir

-