Annað

Gásadalur / Torgið í Gásadali

x

Gásadalur er ein bygd í Føroyum. Hon liggur vestan fyri Bø í Vágoynni út móti Mykinesfirði og er umgyrd av hægstu fjøllunum í oynni – Árnafjall (722 metrar) fyri norðan og Eysturtindur (715 metrar) fyri eystan. Gásadalur er partur av Sørvágs Kommunu.

Lending er sjáldant møgulig í Gásadali. Tískil vóru bátarnir hjá gásadalsfólki altíð í Bø, og tá ið teir ætlaðu at fara út at fiska, máttu teir fara eftir gøtuni upp um Skarð, ið er umleið 400 metrar høgt. Meðan Føroyar vóru hersettar av Bretlandi undir seinna heimsbardaga, gjørdu Gásadalsmenn í 1940 eina trappu oman til sjógvin. Kortini kundi man neyvan kalla hetta eina havn.

Harvið hevur Gásadalur leingi verið einasta bygd í Føroyum uttan vegasamband. Áðrenn Gásadalstunnilin varð bygdur, var bert møguligt at koma til Gásadals við tyrlu ella til gongu. Postmaðurin gekk tá við posti upp um fjallið tríggjar ferðir um vikuna. Í 2006 lat Gásadalstunnilin upp fyri almennari ferðslu.

Í Gásadali er eisini Múlafossur ið er vorin ein av størstu ferðamannamálunum í Føroyum

Address


387 Gásadalur
Vágar

Contact

Website

Upplatingartíðir

-

av