Matur & Drekka

Heimablíðni í Nólsoy

x

Góði gestur!

Eg vil fegin bjóða tær í míni hugnaligu húr í Nólsoy til ein Heimablíðni døgurða.

Maður mín og eg búgva í hesum gamla húsinum, sum varð bygt í 1937. Vit hava roynt at hildið tað í uppruna standinum. Húsið varð bygt av ommu og abba mínum og pápi mín vaks upp her og tað gjørdi eg eisini, tá eg var barn.

Hetta hús hevur altíð verið væl vitjað av ferðandi úr øllum heiminum, líka frá byrjan, tá ferðafólk byrjaðu at vitja Føroyar.

Tá eg matgeri, brúki eg føroyaskan mat og grønmeti, tí tað smakkar betur og tað er mín háttur at taka mær av umhvørvinum. Árstíðin avger, hvat eg borðreiði við, og tað, sum veksur í urtagarðinum hjá mær verður borðreitt við nærlagni og kærleika. Um urtagarðurin ikki kann veita, hvat er tørvur á, er møguligt at keypa føroyskar rávørur og grønmeti. Eg kann bjóða ymisk sløg av lokalum fiski og búffi. Føroyskt lambakjøt er næstan ógjørligt at fáa fatur á um summarið, men eg kann altíð royna. Íslendskt lambskjøt er ein góður valmøguleiki.

Tað er neyðugt at hava góða tíð til at gera máltíðirnar, so vinaliga vend aftur við tíni bíllegging skjótast gjørligt.

Blíðar heilsur úr Nólsoy

Maud Wang Hansen, fyriskipari

samband:

maudwanghansen@gmail.com

tlf. 288606

Address

Á Mýruni 13
270 Nólsoy
Nólsoy

Upplatingartíðir

on demand -

av