List & Søvn

Húsini við Brunn

x

Húsini við Brunn

Brunnhúsini eru bygd í seinnu helvt av 1600-talinum.Upprunaliga vórðu tey smíðað úr rekaviði, men eystari partur av húsinum er úr einum stokki úr pommerskari furu, keypt á uppboði eftir tað sokallaða „Saksunar-skipið“, ið fórst í Saksun í 1828.

At Brunnahúsini hava verið valahús í bygdini fyrr í tíðini sæst, tí tá vitjan kom í bygdina av fólki, sum kanska vóru av tí “betra slagnum”, varð ofta farið við Brunn at biðja um hús, og var tað altíð leyst og liðugt. Tá var gingið um dyrnar í ovaru hæddini, og boðið varð inn í bestu stovu.

Brunnhúsini hava eina ørgrynnu av fornlutum, sum allir hava sína søgu, bæði um lívið í Nólsoy og úti í heimi í gomlum døgum. Av sonnum eina vitjan vert.

Tað er Nólsoyar Forminnisfelag við Onnu Juul Thomsen, sum vara av Húsunum við Brunn.

Opið er eftir avtalu við Kunningarstovuna//Visit Nólsoy á tlf. 52 70 60 – ella far á vitjan við frásøgufólki hvønn dag kl. 15.00/3PM. Kom bara inn á Kunningarstovuna.

Kelda: Anna Juul Thomsen

Meira kunning um húsini við Brunn

Address

Í Túni 11
270 Nólsoy
Nólsoy

Upplatingartíðir

on demand -

av