Áhugaverd støð

Minnisvarði yvir Jens Paula Heinsen

x

Minnisvarði Jens Paula Heinesen til heiðurs. Minnisvarðin varð avdúkaður í Mars 2016. Lokali listamaðurin Andrias Andreassen gjørdi standmyndina.

Jens Pauli Heinesen f. 12. november 1932 í Sandavági, deyður 19. juli 2011 í Tórshavn var føroyskur rithøvundur. Jens Pauli Heinesen vaks upp í Sandavági. Hann er læraralærdur, men gavst at arbeiða sum lærari í 1970. Síðan starvaðist hann sum høvundur burturav. Jens Pauli var ein av okkara virknasta rithøvundum og hevur m.a. skrivað mong stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir. Sum høvundur fevndi hann víða og lýsti m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim og kærleikans torgongdu leiðir. Hann fekk fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, fýra ferðir hevur hann fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Address

á Sondum 11
360 Sandavágur
Vágar

av