Annað
Kunning
Klaksvíkar bókasavn
Klaksvíkar bókasavn hevur føroyskar og útlendskar bøkur til børn og vaksin.
Hvønn dag fær bókasavnið tey føroysku dagbløðini og harafturat donsk dagbløð og vikubløð. Øll tey føroysku dagbløðini verða goymd og tískil er møguleiki at leita í gomlum bløðum.
Bókasavnið skipar eisini fyri bókakvøldum, har lesiringurin hittist, fyri bókaframløgum og smáum hondarbeiðsskeiðum og hugnakvøldum. Sambinding er eitt afturvendandi tiltak, har klaksvíkingar og tilflytarir hittast til eitt hugnaligt kvøld við stokkum.
Bókasavnið skipar eisini fyri ymiskum til børnini, so sum at klippa jólapynt og at lesa søgu.
Address
Biskupsstøðgøta 9
700 Klaksvík
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
Mánadag 10 - 18Týsdag 10 - 18
Mikudag 10 - 18
Hósdag 10 - 18
Friggjadag 10 - 18
Leygardag 10 - 13
Tiltøk hjá Klaksvíkar bókasavn
av