List & Søvn

VÆLKOMIN Á LISTASAVN FØROYA

x

Listasavn Føroya er tjóðlistasavn Føroya, har tað besta av føroyskari list verður sýnt fram. Savnið er skipað eftir evnum, so tú fært eitt gott innlit í føroyska mentan. Havið, landsløg, dýr, ull, steinar, siðvenjur og átrúnaður eru bert nøkur av evnunum, sum eru í føroyskari list.

Millum serstøku listaperlurnar á Listasavninum finnur tú verk gjørd úr føroyskum hestahári og ein hval í veruligari stødd settur saman av 32.000 plastikkhermonnum. Eitt av høvuðsverkunum á Listasavninum er eitt rúm úr glasi, sum øll familjan kann fara inn í og fáa kensluna av at sveima á sjónum. Tit kunnu síggja 700 metrar upp og niður!

Á Listasavni Føroya geva vit tær eina serstaka listauppliving í náttúruvøkrum umstøðum. Listasavnið liggur viðarlundini í Tórshavn, einans 10 min. til gongu úr miðbýnum. Í móttøkuni á Listasavni Føroya er kafé og handil umframt hugnalig barnaborð við eini rúgvu av kreativum uppgávum. Her kunnu tit njóta ein kopp av kaffi, tekna ella hyggja at stóra úrvalinum av vøkrum postkortum, plakatum, bókum og listahandverki.

Les meira um  framsýningar og tiltøk á heimasíðuni: art.fo.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

 

Kostnaður

Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.
Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

 

Upplatingartíðir


1. mai – 30. september:
Mánadag – sunnudag kl. 11.00 – 17.00

1. oktober – 30. apríl:
Týsdag – sunnudag kl. 13.00 – 16.00

 

 

Address

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9
0

Upplatingartíðir

-

01 Jul

Rundvísing í framsýningini HEIMSTAÐURIN

Hóskvøldið 1. juli kl. 19.30 verður rundvísing í framsýningini og savnið hevur opið frá...

Myndlist
Børn & Ung

10 Jul

Rundvísing fyri børn á Listasavni Føroya

Leygardagin 10. juli kl. 14 verður rundvísing fyri børn í framsýningini HEIMSTAÐURIN.

Myndlist
Børn & Ung

15 Jul

Familjuverkstova: Kom og bygg tíni dreymahús

Vælkomin á familjuverkstovuna ‘Dreymahús’ hósdagin tann 15. juli.

Myndlist
Børn & Ung
Verkstovur

06 Aug - 30 Sep

"eg sakni alt alla tíðina"

Framsýning við Aldu Mohr Eyðunardóttur í forhøllini á Listasavni Føroya

Myndlist

06 Aug

Samtíðarlist í forhøllini á Listasavni Føroya

Fernisering 6. aug. kl. 16-18: “eg sakni alt alla tíðina” - Alda Mohr Eyðunardóttir

Myndlist

14 Aug

Summartónar: Ókeypis konsert á Listasavni Føroya

Leygardagin 14. aug. kl. 16 verður ókeypis konsert við bólkinum "Flytifólk" á Listasavni...

Myndlist
Tónleikur

14 Aug

Konsert við Flytifuglum í Listasavninum

Ókeypis konsert við Flytifuglum í Listasavninum.

Tónleikur

19 Aug

Rundvísing á donskum á Listasavni Føroya

Hósdagin 19. aug. kl. 14 verður rundvísing í føstu framsýningini (á donskum)

Myndlist

03 Sep

Fernisering: TÓNAR TAKA SKAP - Heiðrik av Heygum

Vælkomin til fernisering á Listasavni Føroya tann 3. sep. millum kl. 16-18.

Palllist
Myndlist
Tónleikur

10 Sep

Mentanarnátt á Listasavni Føroya

Ókeypis atgongd og rundvísingar á Listasavni Føroya tann 10. septembur frá kl. 11-20

Myndlist
Børn & Ung
Festivalar

av