Vágar
List & Søvn

Listastovan

x
Listastovan er ein mentanar bygningur í Vága kommunu. Bygningurin húsar kvøldskúla í málningalist, atelier hjá listafólki, umframt at virka sum konserthøll, og høli til skeið og fyrilestrar. Listastovan vann eina FMA – Faroese Music Award fyri Ársins átak í 2017, fyri at fyriskipa konsertir við endamáli at menna tónleikara- og konsert mentanina í Vágum.
Saman við Norðurlandahúsinum og Spaniastovu, er Listastovan við í PULS – ein trý ára verkætlan undir Nordisk Kulturfond. Endamálið við PULS er at menna samstarvið millum tónleikarar og spælistøð í norðurlondum.

Address

Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
Vágar

av