Eysturoy
Stað

Løkshøll

x

Løkshøll er partur av skúlanum við Løkin í Runavík. Løkshøll er karmur um mentanarligar upplivingar innan tónleik, sjónleik, konsertir og aðrar listagreinar. Møguleiki er eisini at húsa størri tiltøkum sum ráðstevnum v.m.

Talan er um eitt sera gott høli við framúrskarandi ljóð- og ljósviðurskiftum, ið kann húsa teimum mest krevjandi tiltøkunum.

Løkshøll er 400 fermetrar stór. Tað ber til at hava slætt gólv ella teleskoptribunu. Tá tribunan er frammi eru 305 sitipláss. Beint við síðuna av Løkshøll er ein kantina á 170 fermetrar, har ið 150 fólk kunnu sita til borðs. Hinumegin liggur tað 480 fermetur stóra bókasavnið hjá skúlanum, sum eisini virkar sum býarbókasavn. Bókasavnið hevur eisini javnan tiltøk í Løkshøll, og verða hesi tiltøkini eisini lýst á hesi síðuni!

Hjartaliga vælkomin í Løkshøll – Menning gjøgnum upplivingar

Address

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Upplatingartíðir

-