Matur & Drekka
Náttarlív
Tónleikur
Stað

Maggies Café

x

 

Maggies Café er ein hugnalig Café í Nólsoy, ið hevur til endamáls at savna fólk til gaman og álvara.

Umframt nógvan livandi tónleik, ber eisini til at stytta sær um stundir við Dart, kortum, Backgammon, Talvi og øðrum spølum.

Møguleiki er eisini at síggja fótbólt og annan ítrótt á stórskíggja.

Stutt sagt, er endamálið við Maggies, at skapa trivna í Nólsoyarbygd og samstundis bjóða vitjandi í oynni ein lættan verða, so sum Pitabreyð, Burgara ella Fish’n’chips. Fiskasúpan fæst í vikuskiftunum ella eftir avtalu. Heimagjørdur ísur, tølandi drykkir og mentanarligt input eru eisini partur av palettini.

Frá 1 mai til og við 31 agust er opið
hvønn dag frá kl. 13.00. Køkurin er opin til kl. 20.00 🙂

Um áhugi er fyri mati uttan fyri nevndu skrá, ber t.d. til at bíleggja eina steak. Hetta skal tó gerast minst tríggjar dagar frammanundan.

Tónleikarar og onnur eru hjartaliga vælkomin at vísa síni kynstur í Maggies. Tann ella tey sum framføra áseta og eiga sjálvi prísin við hurðina. Maggies hevur sjálvandi avtalu við Koda. ☺

Tá konsertir eru, vilja vit, at tónleikurin er í miðdeplinum og vænta tí, at áhoyrarnir ikki tosa óneyðuga nógv undir framførslunum.

Keyp av atgongumerkjum til tiltøk, kunnu avgreiðast her á síðuni ella í Maggies. Vit avleggja ikki atgongumerki. Sí skránna við tiltøkum her. 

Peningur fyri keypt atgongumerki verður ikki returneraður uttan so, at tiltakið verður avlýst!

Í útgangsstøðuni er øll hjartans vælkomin í Maggies, men vit forvænta sjálvandi, at gestir okkara uppføra seg sum siviliseraði fólk og ikki órógva aðrar gestir. Okkara vón er eisini, at virðing verður víst fyri Nólsoyarbygd sum heild.

Primitivar verur, ið ikki duga sær hógv, fáa karantenu fyri lívstíð!

Um tú hevur spurningar, ringir tú bara 327199 ella 228130.
Maggies vann FMA virðisløn fyri besta átak 2019 fyri at upptaka live konsertir.
“Maggies er besta spælistað í landinum” Tónleikari

Address

Válagøta 26
270 Nólsoy
Nólsoy

Upplatingartíðir

Sun-Thu 13:00 - 00:00
Fri-Sat 13:00 - 03:45