Annað

Mat & Moldmentanarháskúlin

x

Hjartað í Mat & Moldmentanarháskúlanum slær fyri sjálvbjargni og burðardyggleika – alt, vit gera, hevur til endamáls at kanna og menna okkara evni at liva eitt frælst, vakurt, stuttligt, sterkt, livandi, andaligt, ríkt og sjálvstøðugt lív, í burðardyggum samspæli við alt livandi í okkara nær- og fjarumhvørvi.

Høvuðsæðrarnar eru MATUR, MOLD & MENTAN – og øll skeið á háskúlanum hava, so ella so, knýti til eitt ella fleiri av hesum evnum.

Blóðið í æðrunum er títt og mítt. Okkara hugskot, okkara dreymir og okkara veruleikar. Starvsfólk og næmingar skapa í felag skúlan og tann gerandisdag, hann snarar um.

SKEIÐINI

Mat & Moldmentanarháskúlin skipar fyri bæði styttri og longri skeiðum, ið eru ætlað øllum vaksnum (av og á eru eisini skeið fyri børn). Til tíðir verður skipað fyri MASTER CLASSES, hetta eru serlig skeið, við undirvísarum, ið eru serfrøðingar á sínum øki. MASTER CLASSES eru ofta fyri fólk við royndum. Meira um tey skeið, ið skúlin bjóðar út beint nú, er at lesa her. Av og á skipar skúlin eisini fyri almennum tiltøkum. Hevur tú hugskot ella ynski um okkurt ávíst skeið ella alment tiltak, so ert tú hjartaliga vælkomin at senda okkum eini boð á moldmentan@moldmentan.fo.

GERANDISDAGURIN

Næmingar á skeiðunum eru við í øllum arbeiði rundan um gerandisdagin á skúlanum: matgerð, reingerð, lúking, velting o.s.fr. Vit liva saman sum ein stór familja, og vit hjálpast at við at menna og byggja upp skúlan. Ein vanligur dagur á skúlanum sær soleiðis út:

7.30 – 8.30: Morgunmatur – næmingarnir gera sær eisini matpakka til lítlasteðg

8.30 – 12.30: Undirvísing/túrur

12.30 – 13.00: Lítil steðgur – næmingar eta matpakka

13.00 – 15.00: Arbeiði/Hvíld – matholdið ger døgurða

15.30 – 16.30: Døgurði

16.30 – 20.00: Frí

20.00 – 20.30: Nátturði/Temunnur – matholdið ger klárt

22.30 – : Friður

Hóskvøld eru ofta almenn tiltøk, ið næmingarnir luttaka til. Fríggjadag fáa vit tíðliga frí, gera reint, eta góðan mat, og tey, ið hava hug, kunnu fara í hitapott.

VERKSTAÐURIN

Nógv av undirvísingini fer fram á Verkstaðnum – hetta eru hølini á Mørkini Miklu, ið skúlin leigar saman við Veltuni. Á Verkstaðnum er eisini okkara lítla (men skjótt vaksandi) bókasavn, pappír og litblýantar, seymimaskina, grýtur, pannur og alt møguligt annað. Næmingarnir hava atgongd til verkstaðin eftir skúlatíð, og kunnu sita har og arbeiða víðari við ymiskum, ið tey eru farin í holt við á verkstovunum – ella við egnum verkætlanum.

HVÍLD

Vit renna, renna, renna í gerandisdegnum, og merkja oftast ikki møðina, fyrr enn vit traðka út úr gerandistrummerumminum – sum t.d. tá ið vit fara á Háskúla, ganga ein túr í haganum, lúka ella líknandi. Og tá ið vit nú ENDILIGA merkja móða kroppin, ið skríggjar eftir hvíld, ja, so halda vit, at tað er týdningarmikið at lurta. Á háskúlanum taka vit hvíldina í álvara. Tað er altíð møguleiki at fara heim at hvíla seg seinnapart – tí vit vita, at hvílir tú teg í dag, tá ið møðin tyngir, ja, so orkar tú meira enn tvífalt í morgin. Seinnaparturin er tí settur av til arbeiði, matgerð og/ella hvíld.

RØRSLA

Tað er týdningarmikið at hvíla, men hvíldin verður ofta betri og djúpari, um kroppurin eisini sleppur at arbeiða. Rørsla er tí altíð partur av gerandisdegnum. Ofta er rørslan natúrligur partur av undirvísingini/arbeiðinum – men aðrar tíðir er hon partur av spæli og stuttleika.

VISTARHALD

Skúlin er staðsettur á Sandi, og næmingarnir húsast í vakra Ísansgarði. Á Ísansgarði eru níggju kømur, og tveir næmingar kunnu búgva á hvørjum kamari. Uttanfyri Ísansgarð eru tveir hitapottar, ið verða kyndir upp fríggjadag. Næmingarnir skiftast um at gera mat – saman við einum av læraranum. Matgerðin er partur av undirvísingini. Maturin á skúlanum er í so stóran mun sum gjørligt vistfrøðiligur, keyptur í leysvekt og/ella av Sandi.

NÆMINGAR VIÐ BØRNUM

At tú hevur børn skal ikki vera ein forðing fyri at koma á háskúla – heldur tvørturímóti. Tíðin við børnum er eitt gott tíðarskeið at fara á háskúla. Eitt tíðarskeið, har ein kann geva sær tíð til at traðka úr gerandistrummerumminum heima, og gera okkurt annað. Tað ber til at práta við vøggustovuna/barnagarðin/skúlan á Sandi, um at lata barnið vera har um dagarnar, ímeðan tú ert í skúla. Tú fært tíðliga frí (millum kl 13 & 15), so tú kanst heinta tey tíðliga – og á summum pørtum av skeiðinum kunnu børnini eisini vera við. Vit hava nøkur størri kømur, ið kunnu leggjast av til tykkara – kanska øll familjan kemur við? Nógv av okkara háskúlaskeiðum eru eisini vælegnaði til teirra, ið eru í barnsburðarfarloyvi – lítla barnið/børnini er vælkomið við til undirvísing. Boða okkum frá áðrenn, og vit leggja kamarið við egnum vesi av til tykkum.

ATKOMUVIÐURSKIFTI
Tíverri er (enn) ikki atkomuligt í koyristóli inn á kømurini á Ísansgarði – vit hava tó atgongd til annan bústað, ið er koyristólsvinarligur. Á Verkstaðnum er atkoman fyri koyristólar góð. Um tú situr í koyristóli og hevur hug at koma á háskúlaskeið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, og vit snikka eina loysn til.

STARVSFÓLK

Tjóðhild Patursson, Háskúlastjóri

Eyðstein Ólason, Skrivari

Æsa Frýdal, Starvsfólk

Harafturat eru nógvir undirvísarar ið eru á skúlanum í styttri ella longri tíðarskeið.

STÝRIÐ OG VIÐTØKUR

Mat & Moldmentanarháskúlin er partur av Háskúlanum á Sandi, og varð settur á stovn í 2018. Stigtakari til skúlan var áhugafelagið Veltan. Í stýrinum fyri háskúlan sita:

  • Katrin Petersen, forkvinna

  • Lilian Clementsen, stýrislimur

  • Elin Lindenskov, stýrislimur

  • Anne Birk, stýrislimur

  • Gunnar Bjarnason, stýrislimur

Viðtøkurnar fyri skúlan kunnu lesast her.

Address

Mørkin Mikla 5
210 Sandur
Sandoy

Upplatingartíðir

Mánadag 13:00 - 15:00
Týsdag 13:00 - 15:00
Mikudag 13:00 - 15:00
Hósdag 13:00 - 15:00
Friggjadag 13:00 - 15:00

av