Áhugaverd støð

Mikkjal á Ryggi, Standmynd

x

Standmynd av Mikkjali Dánjalsson á Ryggi (1879-1956) uttanfyri í Beitinum í Miðvági.

Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 – d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann varð føddur í Miðvági. Sum ungur fór hann tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkiní 1920-árunum.

Rithøvundastarv hansara fevndi millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin “Lítla hara” stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954.

Standmyndina hevur Hans Pauli Olsen gjørt, hon var avdúkað á várið 2011.

Address

Rygstún 11
370 Miðvágur
Vágar

av