Norðoyggjar
Áhugaverd støð

Minnisvarðin í Gerðum

x

Omanfyri Oyraveg í Klaksvík stendur Minnisvarðin í Gerðum. Hann varð reistur 12. mars í 1945 til minnis um tvey vanlukkulig skalvalop, sum raktu býlingin Uppi í Gerðum í 1745 og 1765. Grótlaðaði minnisvarðin er í dag einasta ábending um, at búseting hevur verið á hesum stað.

Gerðalíð-skalvurin gjørdi um seg í tveimum umførum við 20 ára millumbili – og enntá sama dag í árinum. Fyrra skalvalopið var á Grækarismessu 12. mars 1745, tá ið ein skalvur kom bóltandi oman av Kjølinum og oman í Gerðar, har hann gjørdi stóran skaða. Bóndahúsini í Niðristovu fóru illa, og 5 fólk doyðu. Men húsini, sum fóru, vórðu bygd uppaftur á sama stað.

Júst 20 ár seinni, í skýmingini 12. mars 1765, endurtók søgan seg. Skalvurin kom við øgiligari ferð oman líðina beint ímóti bóndagørðunum, og alt fór í sor, sum fyri var. Skaðin var vanlukkuligur. Av teimum 26 fólkunum, sum vóru á teimum báðum gørðunum, doyðu 20 undir tekjum og veggjum, sum vóru kroyst niður av einum 4 metur tjúkkum skalvi av kava, gróti og eyri. Báðir bóndagarðarnir, Norðistova og Niðristova, hjallar, gróthús og fjós fóru í sor, og av 23 neytum doyðu 19.

Ongin hevur bygt aftur á staðið, har býlingurin fyrr var. Staðið kallast nú uppi í Grundum. Húsini vórðu bygd aftur longur nirði móti Borðoyavík, og tey húsini standa enn.

Aftan á hesar vanlukkur hevur onki skalvalop verið í Gerðum, og tað sigst, at slíkur skalvur heldur ikki áður hevur lopið á hesum stað.

Address


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Upplatingartíðir

-

av