Tórshavn (capital)
Virksemi

Norðlýsið

x

Skonnartin Norðlýsið siglir í ferðavinnu kring føroyar.

Skipið varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju og stóð liðugt tann fimta mei 1945, sama dagin sum annar heimsbardagi endaði. Tá var skipið riggað sum slupp við stórmastur og mesani og varð brúkt sum línu-, snøris- og snelluskip. sí Norðlýsið í fiskivinnu.

Fyrst í áttatiárunum fekk Tróndur Patursson skipið og fór undir at umbyggja og ístandseta troyttu fiskiskútuna til hesa framúrskarandi skonnartina ið vit øll kenna so væl. Tróndur metir Norðlýsið eitt av sínum fremstu listarverkum. sí Frá fiskifari til listarverk.

Síðani fyrst í nýtiárunum hevur Norðlýsið siglt í ferðavinnu við navnframa Birgir Enni við stýrisvølin. Birgir legði frá sær í 2019.

Frá januar 2020 til mai 2021 er munandi viðlíkahald framt á skipið, nýggjur motorur er ísettur og seglini eru skift. Tillagingar eru framdar á umstøðurnar umborð at økja um hugnaðin hjá gestum og manning. Partafelag TN24 eigur og rekur Norðlýsið.

Sí annars Søgan hjá Norðlýsinum

Address

Undir Bryggjubakka
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Upplatingartíðir

-

01 Jun - 06 Jul

Concerto Grotto

Kom við Norðlýsinum at uppliva livandi tónleik í einum sjóhelli.

Søga & arvur
Tónleikur
Náttúra & uttandura

05 Jun

Pápar á flot við Norðlýsinum pápadagin

Lat Norðlýsið forkela pápan meðan hann dregur nakrar góðar fiskar til boksina.

Ítróttur & stuttleiki

15 Jul

Sólseturs- og miðnáttartúrur

Kom og njót sólsetur og miðnáttarkvirruna umborð á Norðlýsinum.

Náttúra & uttandura

18 Jul

Concerto Grotto Saxofon

Kom við Norðlýsinum til sjóhelli í Hesti ella Nólsoy at lurta eftir livandi saxofon tónleiki.

Tónleikur
Náttúra & uttandura
Ítróttur & stuttleiki

20 Jul

Concerto Grotto klarinett

Kom við Norðlýsinum til eitt sjóhelli í Hesti ella Nólsoy at lurta eftir live klarinett.

Tónleikur
Náttúra & uttandura
Ítróttur & stuttleiki

22 Jul

Morguntúrur við Norðlýsinum

Njót Norðlýsið, sjóluftina og frálíka útsýnið á hesum morguntúrinum.

Náttúra & uttandura

01 Aug

Við Norðlýsinum á helliskonsert

Njót Norðlýsið, ævintýrið og Heðin Ziska Davidsen á guitar í einum sjóhelli.

Tónleikur
Náttúra & uttandura

17 Aug

CONCERTO GROTTO with NORÐAN

Tónleikur

01 May - 31 Jul

Morguntúrur við Norðlýsinum

Eitt frálíkt høvi at njóta skipið, sjógvin og lívið sum heild.

Náttúra & uttandura

01 May - 31 Jul

Concerto Grotto (Summartónar)

Kom við Norðlýsinum til eitt sjóhelli í Hesti ella Nólsoy at lurta eftir livandi tónleiki.

Tónleikur
Náttúra & uttandura

av