Trúarlív

Kirkjan í Kirkjubø

x
Kirkjan í Kirkjubø – eisini nevnd Ólavskirkjan – er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum.
Í 1963-1966 fóru fram umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir av lendinum undir kirkjuni. Rannsóknin vísti, at kirkjustaðurin er fornur. Komið varð m.a. fram á tríggjar gólvfláir úr miðøld. Í hesum fláum vórðu funnir fimm myntir. Tann elsti, ið er enskur, varð sligin í tíðarskeiðinum 1223-1235, og varð hann funnin undir tí elsta gólvinum.
Innar í kóri varð funnin ein bispagrøv. Grøvin sjálv var klødd innan við nævur. Kolevnis-14 tíðarfestingar bæði av kistuviðinum og nævrinum vísa, at grøvin man verða frá miðskeiðis í 1200-árunum. So mangt bendir á, at kirkjan er reist einaferð í 1200-árunum, og er sostatt ein miðaldarkirkja.
Máld í nútíðar mátum er kirkjan 21.8m long og 7.5m breið. Hon er bygd úr ótilhøgdum gróti, og veggirnir eru múraðir við skilpmørtli og klípaðir við smærri klípum, eins og í hinum miðaldarligu bygningunum á staðnum. Veggirnir eru pussaðir bæði innan og uttan.
Torn fekk kirkjan í 1855, sum Mortan Rasmussen smíðaði.
Kirkjan varð høvuðsumvæld í 1874 og endurvígd av V.U.Hammershaimb, prósti, hin 15. desember 1874.
Kirkjan varð aftur høvuðsumvæld í 1965-67 og endurvígd, undir stórum hátíðarhaldi, sunnudagin 3. september 1967.

Address


175 Kirkjubøur
Streymoy

Upplatingartíðir

Mánadag 8:00 - 20:00
Týsdag 8:00 - 20:00
Mikudag 8:00 - 20:00
Hósdag 8:00 - 20:00
Friggjadag 8:00 - 20:00
Leygardag 8:00 - 20:00
Sunnudag 8:00 - 20:00

av