Tórshavn (capital)
Matur & Drekka

Systrar, Norðurlandahúsið

x

Vistfrøðiligt og grønt. Heimabakað og søtt. Sterkt, frískligt og lekkurt. Systrar leggur dent á tað einfalda, vælsmakkandi og heilsugóða. Tað er heimagjørdur matur og viðskeri, nýbakaður bakstur og útvaldar spennandi drekkivørur

Aftanfyri Systrar standa systrarnar Ann Jonsdóttir og Maiken Mortensen, sum báðar leggja dent á vistfrøði, gott nátturuvín, eina søta kaku og ein góðan drekkamunn.

Persónligi áhugin fyri matgerðini og brennandi forvitnið fyri, hvussu góða rávøran best verður brúkt er drívmegin. Tær leggja dent á vistfrøði, lokala rávøru og at gagnnýta matliga ríkidømið, sum eyðkennir árstíðirnar og Føroyar.

​Systrar seta stór krøv til framleiðsluna. Allur bakstur er heimabakaður, alt grønmeti vistfrøðiligt, pesto, hummus, lemon curd, súltitoy og datella verður rørt frá grundini og bara tær bestu drykkivørurnar fáa innivist.

Systrar leggja dent á vistfrøði, á burðardygga nýtslu av tilfeingi, endurnýtslu og at vísa ábyrgd fyri umhvørvinum. Tí, at ansa eftir umhvørvinum snýr seg um felagsskap, um siðvenju og nýhugsan, um ábyrgd, at læra av fortíðini og menna framtíðina.

Address

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Upplatingartíðir

Mon-Fri 09:00 - 17:00
Sat 10:00 - 17:00
Sun 12:00 - 17:00
The Café is also open other hours when events are in the house -

av