Norðoyggjar
Trúarlív

Soli Deo Gloria

x

Samkoman, Soli Deo Gloria, heldur til á Klaksvíksvegi 56 í Klaksvík.

Møti er sunnudagar kl.18 og ungdómsmøti er hósdagar kl.20.

 

Vit liva vanlig lív, sum flest onnur. Vit koma saman regluliga, tí vit elska Jesus, hvønnannan og okkara bý og land.

Her kanst tú lesa stutt um visjónina, missiónina og kjarnuvirðini hjá samkomuni.

Visjónin:

● Vit ynskja, at tú skal kenna teg væl her.

● Vit ynskja, at øll koma at kenna Jesus, sum gevur framtíð og vón.

● Vit ynskja at geva víðari tað, sum vit hava fingið.

Missiónin:

Grundarlagið undir øllum arbeiðinum er Jesus Kristus. Vit kunnu lýsa arbeiðið á Soli Deo Gloria í myndatalu sum eitt borð.

Arbeiðið er bygt upp av trimum “beinum”, sum eru lovsangur og tilbiðjan, felagsskapur og missión. Á beinunum hvílir “borðplátan”, sum er samkoman.


“Vit, sum ganga á Soli Deo Gloria eru øll ymisk, men tað eru nøkur kjarnuvirðir, sum vit sum samkoma ynskja at halda fast í.

— Leiðslan

Address

Klaksvíksvegur 56
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Upplatingartíðir

-