Norðoyggjar
Áhugaverd støð

Standmynd av Elinborg Lützen

x

Elinborg Lützen er fyrsta kvinna, ið er avmyndað við standmynd í Føroyum. Bronsustandmyndin var avdúkað í 2019, sama ár sum listakvinnan hevði verið 100 ár. Tað er Hans Pauli Olsen, sum hevur evnað.

Elinborg Lützen varð fødd í Klaksvík 26. juli í 1919 og andaðist 22. november í 1995. Hon var fyrsti og leingi einasti grafikarin í Føroyum. Foreldur hennara vóru Andrias Christian Lützen (1875-1941) og Hanne Joline Niclasen (1884-1957). Systkini vóru níggju í tali, og var Elinborg nummar seks í røðini.

Elinborg var 18 ár, tá ið hon flutti til Keypmannahavnar og fór undir útbúgving á ”Tegne- og Kunst-industriskolen for kvinder”. Ætlanin var at lesa niðri í trý ár, frá 1937 til 1940, men sum so mangir aðrir føroyingar varð Elinborg “fangað” í Keypmannahavn, tá annar heimsbardagi byrjaði.

Undir uppihaldinum í Danmark fann hon saman við kenda mykinesmálaranum, Sámal Joensen-Mikines. Tey giftust 2. desember í 1944, men fóru hvør til sítt í 1952. Um stutta hjúnaband Elinborgar við Sámal Joensen-Mikines er sagt, at hann hevði sálarligar trupulleikar at dragast við og harumframt rúsdrekkatrupulleikar.

Tað var eftir hjúnabandið við Sámal Joensen-Mikines, at Elinborg veruliga blómaði sum grafisk listakvinna. Hon hvørki gifti seg aftur ella fekk børn. Hon halgaði seg fult og heilt til grafisku listina og sýndi fram í USA, Bretlandi, Noregi og Danmark.

Frá 1947 til 1981 búði hon í Klaksvík í barndómsheimi sínum niðanfyri standmyndina, vanliga kallað Faktorshúsini. Elinborg flutti til Havnar í 1981, har hon doyði í 1995.

Sum grafikari arbeiddi Elinborg mest við linoleumsskurðum. Í 1978 var hon fyrsta kvinna, ið fekk Løgtingsins árligu heiðursgávu. Í 1980 fekk hon Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs.

Visti tú? Langabbi Elinborg, Andrias Christian Lützen, var fyrsti borgarstjóri í Tórshavn. Hann fekk ein merkisverdan deyða, tá hann small deyður um mitt undir vælkomurøðuni fyri Christiani IX kongi, tá hesin vitjaði í Føroyum í 1874. Talan var um fyrstu donsku kongsvitjanina í Føroyum, og helst hevur borgarstjórin A.C. Lützen verið illa sperdur av nervum í sambandi við vitjanina.

Kelda: kvinna.fo og nordlysid.fo

Mynd: news.fo

Address


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Upplatingartíðir

-

av