Trúarlív

Tvøroyrar Kirkja

x
3. februar 1905 var farið í gongd við arbeiði uppá nýggju kirkjuna á Tvøroyri. J.A. Arge var biðin um at gera grótarbeiði og gjørdi hann eina skitsu av grundplaninum. Síðani var Viggo Bertram, arkitektur, í Keypmannahavn biðin um at gera tekning og kostnaðarætlan. Kirkjan skuldi vera 36 x 16 alin innan, hæddin skuldi vera 7 alin og sambært løgtingsviðtøku skuldi høvuðstilfarið verða høgt grót.
Arbeiði gekk væl at byrja við, men í apríl kom steðgur í, av fleiri orsøkum. M.a. segði J.A. Arge arbeiði frá sær og eingin annar fekst til grótarbeiði.
Áðrenn arbeiði var farið í gongd, høvdu A/S J. Mortensen Eftf. bjóða sær at geva alt byggitilfarið um kirkjan varð gjørd úr timburi.
18. januar 1906 gjørdu amtmaðurin C. Bærentsen og Fr. Petersen, próstur, eitt nýtt tilmæli til løgtingið. Har varð víst á, at soleiðis sum støðan var, var einasti møguleiki at byggja eina trækirkju. Og endin var, at A/S J. Mortensen Eftf. sjálvir komu at standa fyri byggingini. Nýggja trækirkjan kom at vera nokk so lík uppruna grótkirkjuni.
Í mun til aðrar kirkjur í Føroyum, so er hendan kirkjan smíða uttanlanda, á Strømmen Trævarefabrik A/S í Noregi. Arbeiði fór ígongd um heystið í 1906 og var liðugt í 1907. Síðani varð hon førd heim til Føroya.
Kirkjan varð sett upp á ætlaða staðnum. Um várið 1908 var hon klár at taka í nýtslu, og Kr. Himmalferðardag sama ár fór vígslan fram.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Address

í Húsagarði 13
800 Tvøroyri
Suðuroy

Upplatingartíðir

-

av