Eysturoy
Náttarlív
Stað
Matur & Drekka
Tónleikur

Mentanarhúsið í Fuglafirði

x

Mentanarhúsið stendur væl fyri mitt í Fuglafirði og hevur ein stóran leiklut, tá festivalar og stevnur eru á skránni, men eisini sum eitt sera gott konsertstað við hugnaligum hølum og høgari ljóðgóðsku. Góð parkeringsviðurskifti og lætt atkomuligt, eisini fyri fólk við rørslutarni.

Mentanarhúsið riggar sera væl til fundir og ráðstevnur við stórum fyrilestrasali og stórum sum smáum fundarhølum, við góðari útgerð og møguleika fyri at borðreiða fyri luttakarunum.

Hølini eru eisini sera væl egnað til veitslur og brúdleyp, har tað ber til at borðreiða fyri uml. 250 gestum til døgurða. Mentanarhúsið hevur rund borð og hvítar dúkar, umframt góðan køk og alla neyðuga útgerð til eitt gott borðhald.

Address

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Upplatingartíðir

-