Áhugaverd støð

Nykurin

x

Í Sørvágsvatnið/Leitisvatnið er ein standmynd av Nykinum í hestaskapi. there is a statue of the Nix formed as a horse. A nix is a water creature which is able to transform into many shapes.

The statue was unveiled in November 2017. Local sculptor and artist Pól Skarðenni built the statue. Skarðenni lives in the village of Vatnsoyrar and is especially known for his landscape and nature paintings.

Søgnin um Nykin við Leitisvatn

Eitt kvøldið vóru børnini í Sørvági farin oman til Leitisvatns at spæla. Tá kom nykurin í skapilsi av einum stórum hesti til teirra, og tey so fegin upp á bakið á honum. Best sum tey vóru setst, fór hesturin við teimum beinan vegin oman til vatnið. Minsti drongurin, sum ikki var sloppin uppá, varð nú ræddur og rópaði á beiggja sín Niklas, sum sat uppi á hestinum:  “Nyka beiggi!” (barnið dugdi ikki reiðiliga at tala enn). Nykurin, ið helt tað vera navn sítt, ið rópað varð, misti nú megi og hvarv; men børnini vóru bjargað. Sagt er, at, tá ið nykurin hoyrir navn sítt nevna, missir hann allan mátt.

Ofta hvurvu fólk tá, sum gingu fram við Leitisvatni, men lunguni komu aftur á vatnið at flóta. Nykurin skuldi tað vera, ið forkom fólki har.

Einaferð fór presturin Rasmus Ganting við húskalli sínum úr Sørvági og skuldi heim til Miðvágs. Tá ið teir komu at ánni, stóð ein hestur har við Vatnsoyrar, og prestur, sum vildi sleppa undan at vaða, bað dreingin leiða hann til sín. Tá ið drongurin skuldi leggja hondina á hann til at taka, leyp hesturin undan, og gryftin stóð frá honum beint í vatnið. Har hvarv hann.

Eina aðra ferð, tá ið Rasmus Ganting fór út um vatn og kom út á Vatnsbrekku oman fyri Vatnsoyrar, sat eitt har á rættini (kallað Vatnarætt) og greiddi sær við einum gullkambi. Nú skuldi hann verða sitandi, segði prestur – hann visti, at tað var nykurin, tí nykurin kann skapa seg í fólkalíki. Hann tekur ein stein í hondina, kastar av gøtuni oman á sandin og tekur at lesa upp yvir honum. Steinurin veksur og verður til stóran klett. “Nú skalt tú í steinin”, sigur prestur og rekur (mánar) so nykin inn. Tá sást nykurin ikki aftur, men steinurin vísist enn og eitur Leiðisteinur

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: “Sagnir og ævintýr” , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

The Legends

There are several legends attached to the Nix of Sørvágsvatn/Leitisvatn:

A nix is a water creature which is able to transform into many shapes. Most often to deceit humans to take them with him back in the water. The only thing that will help you if caught by a nix is to call his name.

One tale tells a story of the Nix. It was one day when children from Sørvágur had gone down to the lake to play, they happened upon a beautiful horse. Two of the older children jumped onto its back, and the horse began to trot towards the lake. The younges of the children, who was too small to be able to jump up, was jealous and wanted to go with them. He shouted to his brother Nick who was on the horse and asked him to wait for him. Being young and unable to pronounce his brothers name, he shouted “brother Nix, brother Nix, wait for me.” Upon hearing his name, the nix transformed back into his original shape and jumped into the lake, and the children were saved.

Another tale tells the story of a clergyman who was on his way from Miðvágur to Sørvágur. On his way he met a beautiful woman who was sitting on a rock, combing her hair. The clergyman immediately knew it was the nix, and took a pebble in his hand and threw it towards the nix. The stone turned into a big rock. He then starting chanting at him, and told him to go into the rock. The nix has not been seen since. The rock can still be seen close to the village Vatnsoyrar. If you put your ear against it, you can still hear the nix begging to get out…

In November 2017 a statue of the Nix was unveiled in the lake of Sørvágsvatn/Leitisvatn. Local sculptor and artist Pól Skarðenni built the statue. Skarðenni lives in the village of Vatnsoyrar and is especially known for his landscape and nature paintings. Follow the link to read more about this and other attractions.

Address


385 Vatnsoyrar
Vágar

av