Áhugaverd støð

Minnisvarði V.U. Hammershaimb

x

Minnisvarði V.U. Hammershaimb til heiðurs. Minnisvarðin varð avdúkaður á 100ára degi V. U. Hammershaimbs í 1919. Minnisvarðin stendur beint við Løgmansgarðin, sum var føðistað og barndómsheim V. U. Hammershaimbs.

Venceslaus Ulricus Hammershaimb (25. mars 1819 í Sandavági – 9. apríl 1909 í Keypmannahavn) var ein føroyskur prestur, politikari og málfrøðingur. Hann er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Foreldur hansara vóru Jørgen Frantz Hammershaimb og Armgarð Maria Egholm. Hann gav í 1854 fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Í 1855 varð hann innsettur sum prestur í Kvívík. Í 1862 gjørdist hann prestur á Nesi í Eysturoy, og próstur frá 1867. Her læt hann í 1863nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað. Hann sat á løgtingi trý skeið. Síðan flutti hann í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva.

Hammershaimb eigur stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað var hann, sum gav føroyska málinum bókstavin Ð. Við íblástri frá vinmanni sínum, Jóni Sigurðssyni, professara og málfrøðingi úr Íslandi, kom hann við hugskotinum um etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis sum tað verður framborið.

Address


360 Sandavágur
Vágar

av