Elduvík - Funningsfjørður
Ein lættur og góður túrur gjøgnum vakra dalin í Elduvík
Elduvík liggur út ímóti sjónum við munnan á longum, grønum dali, ið er girdur av høgum og brøttum fjøllum.
Túrurin gongur niðan gjøgnum henda djúpa dalin, ið sýnist so mildur og blíður við Stórá makliga rennandi eftir slættanum.
Á veg oman ímóti Funningsfirði er vakurt at ganga fram við stóru áunum.
Tað er gott at ganga allan vegin millum Elduvík og Funningsfjørð. Í Funningsfirði er tó rættiliga bratt omanav.
Náttúruvakurt er í Funningsfirði, sum liggur í øðrum endanum á dalinum millum báðar teir stóru firðirnar í Eysturoynni. Bygdin er og hevur verið savningarstaður fyri ferðsluna í økinum, og vegirnir til nærmastu bygdirnar eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.
Til ber at ganga túrin úr báðum endum.
Gøtan sæst ikki allan vegin, og varðar eru ikki allan vegin, so GPX fíla er neyðug.
Elduvík - Funningsfjørður
Eingin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Funningsfjarðar, so neyðugt er at koyra hagar sjálvur.
Parkering, Elduvík
Í Elduvík er gott pláss at seta bilin við Kirkjuna. Eisini ber til at parkera á tveimum parkeringsplássum, ið liggja beint har, sum gøtan byrjar. (Sí myndir)
Funningsfjørður - Elduvík
Eingin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Funningsfjarðar, so neyðugt er at koyra hagar sjálvur.
Parkering, Funningsfjørður
Í Funningsfirði er gott pláss at seta bilin fram við ovaru síðu á ovara vegi, Á Flat). Haðan verður gingið fram við áarløkunum, niðan til portrið norðarlaga í grótgarðinum omanfyri. Portrið sæst frá vegnum (sí mynd).
Elduvík - Funningsfjørður
Funningsfjørður - Elduvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar