Elduvík - Oyndarfjørður
Njót ein vakran túr eftir bygdagøtuni ímillum Elduvík og Oyndafjørð
Gamla bygdagøtan í líðini, beint sum tú ert komin úr Elduvík, er vøkur og góð at ganga á, hóast har er rættiliga bratt. Gøtan er væl hildin, og seinast, bøtt varð um gøtuna, var í 2019, tá ið Elduvíkslíð var partur av Closed for Maintenance-verkætlanini. Eisini vórðu steyrar settir niður oyndarfjarðarmegin, so gøtan er væl uppmerkt allan vegin.
Nógvar forvitnisligar frásagnir finnast á leiðini. Áðrenn kirkjan í Elduvík varð bygd í 1952, var siður, at yngsti gubbin skuldi renna heim til Elduvíkar við barninum, beint eftir at tað var doypt, so barnið kundi verða kvikt og orka væl at ganga. Í 1906, tá ið ein ungur drongur skuldi gera eftir hesum siði og renna úr Oyndarfirði við lítlu gentuni, ið júst var doypt Jana, mundi endað galið. Drongurin fór á glið við Skarðgil, ið er á brattasta strekkinum í Elduvíkslíð. Hann gleið og mundi farið á sjógv, men steðgaði lukkutíð niðast á tromini, beint áðrenn bæði fóru útav, og ongin skaði hendi. Hetta staðið hevur síðani fingið navnið Janusaryggur.
Tað nógvir møguleikar eru at njóta ein steðg, eitt nú við Kelduna Vígdu, beint sum komið verður úr líðini og inn í skarðið. Tað var har, í Vaktarhúsi, tey fyrr sótu og hugdu eftir sjórænaraskipum. Her er gott útsýni oman á helluna, yvir á Kalsoynna við Nestindum, yvir í Funningslíð og vøkru helluna frá Kolbeinagjógv út móti Fjalltanga.
Serliga hugtakandi er at lata eyguni hvíla við flata Borgaran og spíska og tinduta Nestind á Kalsoynni. Tað var júst undir Nestindi at Páll Fangi fjaldi seg fyri myndugleikunum í 1600-talinum. Páll Fangi var bóndasonur úr Mikladali. Søgnin sigur at hann av órøttum varð ákærdur fyri morðið á faðirin. Hann var tikin til fanga og førdur til Havnar, men megnaði at flýggja heili 3 ferðir. Ta einu ferðina fjaldi hann seg í eitt heilt ár undir Nestindum.
Halt leiðina fram og fylg steyrunum oman til hagaportrið. Túrurin endar við vegin uppiyvir Oyndarfirði.
Til ber at ganga túrin úr báðum endum. Kanska er vakrari at ganga ímóti Elduvík og njóta góða útsýnið og friðin í lítlu bygdini, tá ið tú kemur fram.
Elduvík - Oyndarfjørður
Ongin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Oyndarfjarðar.
Parkering, Elduvík
Í Elduvík eru góðar umstøður at seta bilin við Kirkjuna í Elduvík. Eisini kann bilurin standa beint við kirkjugarðin, ið er at finna eystast í bygdini, har sum bygdagøtan fer til Oyndarfjarðar.
Oyndarfjørður - Elduvík
Ongin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Oyndarfjarðar.
Parkering, Oyndarfjørður
Parkeringsmøguleikarnir eru góðir í Oyndarfirði við fótbóltsvøllin omanfyri bygdina – sí grønu markeringarnar. Haðani skal gangast eftir bláu linjunum út gjøgnum jarnportrið við vegin, og haðani víðari eftir pelunum niðan til portrið. Haðani er sjónlig gøta víðari.
Elduvík - Oyndarfjørður
Oyndarfjørður - Elduvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar