Gásadalur - Víkar
Ein avbjóðandi, vakur og spennandi túrur til avtoftaða bygd. Velti bøurin, gomlu toftirnar, hellan á Nevtanga og høgu fjøllini rundanum seta sín serliga dám.
Túrurin byrjar í Gásadali, har gingið verður eftir Slættanesgøtuni inn í dalin og haðani niðan á røðina millum Árnafjall og Eysturtind. Í sera grýtuta lendinum uppi á røðini, við varðan 150 m sunnan fyri Lambagjógv, skilir gøtan seg. Her verður farið eystureftir, omanav til Víkar. Á røðini, í 519 m hædd, er avbera vakurt útsýni yvir Vága-, Vestmanna- og Saksunarbjørgini umframt fjøllini norðast á Streymoynni. Á stóra slættanum beint undir okkum hava vit avtoftaðu bygdina Víkar.
grundin varð løgd undr bygdina í 1833, men av tí at trupult var at koma til og frá, so varð hon frágingin í 1914. Í 1855, tá ið fólkatalið var av tí mesta, búðu 16 fólk á Víkum í trimum húsum. Tey høvdu 6-8 mjólkkýr og seinni eisini oksar. Í fuglabjørgunum tætt hjá fleygaðu tey serliga nógvan lunda, sum tey onkuntíð eisini seldu.
Frá røðini sneiðir gøtan seg mestsum beint omaneftir, í ein landnyrðing. So við og við, sum vit ganga omaneftir, nærkast vit gjónni. Í uml. 300 m hædd koma vit oman í vallaða lendið, har gøtan fer at ganga javnari oman við gjónni.
Komin oman síggjast tvey gil, sum ganga oman sunnan fyri gjónna og møtast niðri á slættanum. Gakk oman millum hesi gilini. Beint omanfyri har sum gilini møtast, verður gingið eystur um tey og beinari oman til Víkar. Gøtan sæst ikki uppi í grýtuta lendinum, men tá ið komið er oman í vallaða lendið, fer hon at síggjast sneiða seg oman eftir rygginum millum gilini, uml. 60-80 m sunnanvert Lambagjógv.
Ansast skal eftir ikki at koma ov tætt Lambagjógv, tí har loypur árliga undan bakkanum. Ein stór riva er í lendinum millum niðasta part av Lambagjógv og ytra gilið, sum týðuliga vísir, at hetta kann rapla oman nær sum helst. Tískil má ikki ikki verða farið út um tað ytra gilið.
Ein góðan og turran dag á hásumri er øll gøtan oman til Víkar góð at ganga. Men av tí at tað er so grýtut í erva og hampiliga bratt allan vegin, er tað ikki egnað til smábørn og fólk, sum ikki eru von at ganga í sovorðnum lendi. Um tað gerst ov bratt og illgongt, ert tú allarhelst farin ov langt eystur frá Lambagjógv.
Eins og aðrastaðni er eisini á hesi leið eitt stað, teir kundu seta kistuna frá sær fyri at hvíla, tá ið lík varð borið millum Vík og Gásadal. Hetta er miðskeiðis í brøttu brekkuni, í 370 m hædd, uppi á einum stórum kneysa, kallaður á Kistu.
Komin oman á slættan verður gingið oman til búsetingina við Stórá. Húsini, sum nú standa har, eru ikki upprunahús, men hús hjá teimum, sum dagliga virka og hava seyð á Víkum og har um leiðir. Men gomlu toftirnar og velti bøurin sæst har, og meðan gingið verður runt í økinum, ber til at ímynda sær, hvussu tað man hava verið at búleikast her.
Líka so vakurt og friðsælt her er ein góðan summardag, líka so einsligt og harðbalið kann tað tykjast at hava verið kørgu vetrardagarnar. Tað er ikki sørt, at ein hevur hug at undrast á, hvat fekk fólk til at búseta seg á Víkum. Og við tungu og avbjóðandi farleiðini til nærmastu grannabygd Gásadals, og uppaftur tyngri til Bíggjar, hagar tey gingu til handils, er tað kanska ikki at undrast á, at fólkið fækkaðist. Seinasta húsið, sum bleiv reist á Víkum, bleiv niðurtikið, flutt og endurreist í Gásadali.
Ein góðveðurs summardag, har ongin uppgangur er, kann viðmælast at ganga ein túr oman móti Nevtanga, sum liggur niðan fyri høga, steyrrætta hamaran niðri á bakkanum. Her er útsýnið sera gott. Gangandi er oman um hamaran í vestara enda, við Nevið, har tvær neystagrundir standa. Tveir bátar vóru á Víkum, tá ið fólk búðu har. Undir hamaranum liggur henda ótrúliga stóra og langa, slætta hellan á Nevtanga. Á helluni liggja bert nakrir fáir stórir steinar inni undir hamaranum og ovast uppi undir vestara enda. Restin av helluni er ruddað fyri alt leyst tilfar.
Niðast á helluni síggjast nógvir størri og smærri hyljar, sum við sínum litríka grøntara mynda eitt vakurt framsýni til bjørgini undir Ritunøvu hinumegin vágna og norðurendan á Streymoynni. Bátarnir blivu drignir eftir allari hesi longu hellu. Manningin á Víkum var ikki stór, so tað var ein ógvuliga tungur dráttur.
Úr Víkum ganga vit aftur til Gásadals sama veg, sum vit komu.
Gásadal – Víkar - Gásadal
Í Gásadali eru góð parkeringsviðurskifti við stóra parkeringsplássið mitt í bygdini, sí grønu avmarkingina. Har er eisini eitt alment WC. Haðani skal gangast út eftir bláu linjunum. Beint uttan fyri rættina við bøgarðsportrið sært tú fyrsta varðan á leiðini beint fram gjøgnum dalin:
Gásadalur - Víkar
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar