Guðrunarløkur - Skarvanes - Dalur

  • Dalur-Villagepath-Hiking-Sandoy
    Dalur Mynd: Derek Malou
hike poster

Fylg gamla torvvegnum og vitja vøkru bygdirnar sunnast í Sandoynni

Tá tú frá Skálavíkarvegnum koyrir 700m inn eftir Húsavíkarvegin, kemur tú til eina rætt. 50 metrar áðrenn vegin inn til rættina, nakrar metrar inn frá vegjaðaranum, sært tú eitt lítið skelti, sum er fest niður á ein stein. Her byrjar túrurin og her rennur Guðrunarløkur. Navnið verður sett í samband við Guðruna Sjúrðardóttur, sum um ár 1400 var sera múgvandi kvinna, og hevur verið hildin at vera nógv umrødda Húsfrúgvin í Húsavík.


Fylg pelunum í ein útsynning niðan móti Undir Rókunum. Fyrsta teinin er kanska trupult at finna varðarnar, men eftir 400 metrum, tá tú nærkast Undir Rókunum, verða varðarnir sjónligari í landslagnum. 

Her inni undir hamaranum er Runtaurð.  Søgnin sigur, at Runti var seyðatjóvur, ið krógvaði seg har. Jóladag vágaði hann sær út úr skjóli sínum at kóka sær ein bita, tí hann væntaði ongan at vera úti tá. Men hann fór skeivur, og hann varð funnin og tikin.

Stutt haðani gongur leiðin fram við Klovnasteini. Hetta eru tveir steinar, ið standa á ein slíkan hátt, at tað sær út sum ein steinur, ið er klovin í tvey. Sambært pátrúgv mást tú ikki ganga ímillum teir, tí so fert tú at doyggja, áðrenn árið er ligið.

Lendið her eru gamlar torvheiðar. Tá ið tú ert komin nakað suður um Líðarrøkur, er vakurt útsýni yvir Dúniavatn við Stóru Dímun, Lítlu Dímun og Suðuroynni í baksýni. Eisini sært tú Skúvoy, Salthøvda og Sands bygd, sum verður roknað at vera ein av Føroya elstu bygdum. 
Her er sera friðsælt og eitt upplagt stað at hvíla seg aftur við áartutli og fuglasongi. Í góðum sýni sæst heilt til Mykines hiðani.
Norðanvert við Stóru Dímun er Øssursdrangur, ið er nevndur eftir Øssuri Havgrímssyni, høvdinga í víkingaøld, sum Sigmundur Brestisson drap í valdsstríði. Øssur bað um at verða grivin soleiðis, at høvdið vendi móti Grønuskor, ið er sunnan fyri drangin.


Í Skúvoy sigst Sigmundur Brestisson liggja grivin - hann, sum við svørði í hond kristnaði Føroyar, uml. ár 1000. Í Skúvoy ber eisini til at ganga vakra túrin út í Høvdan og Fagradal, sum er karmur um skaldsøguna Rannvá eftir Dagmar Joensen-Næs.
Komin fram við Dúniavatni gongur leiðin oman móti Skarvanesi.


Gakk oman móti Torvstíggi, men far ikki oman um hamaran. Fylg pelunum eftir slættanum uppi á hamaran, suður um Mataránna. Við ánna er vakurt at hyggja oman yvir høga fossin, bygdina og vøkru grótlaðingarnar, við Skúvoy í baksýninum. Men ver varðin! Tað kann verða hált úti á kantinum.
Gakk víðari, uml. 25 m. suður um Mataránna. Har sært tú pelarnar leiða oman gjøgnum stíggin. Fylg pelunum tvørtur um hegnið og víðari suðureftir tætt omanfyri bøgarðin. Í stóra gilinum sunnanfyri bøgarðin, kemur tú inn á bygdagøtuna til Dals, har bøgarðsportrið eisini er. 


SKARVANES
Frá bøgarðsportinum er tað 350 m. oman í lítlu hugnaligu bygdina Skarvanes, har gamla vatnmyllan stendur. Myllan, sum er friðað, varð í gomlum døgum nýtt til at mala korn. Skarvanes var jú millum bestu kornpláss í landinum. 
Av tí at Skarvanes er brimpláss, hava møguleikarnir fyri útróðri verið smáir. Hinvegin er hetta gott rekapláss við tiltiknu Sugguni, sum hevur drigið mangan reka til sín. 
Her búði Díðrikur á Skarvanesi (1802-1865), eisini nevndur Díðrikur í Kárastovu, sum verður roknaður sum Føroya fyrsti listamálari. Nakrar av hansara serligu fuglamyndum eru varðveittar og kunnu síggjast á Listasavni Føroya.

AV SKARVANESI TIL DALS
Um tú ikki fert ein túr oman til Skarvanes, halt so bara leiðina fram, á skák suður niðan brekkuna, móti Dali. Niðan gjøgnum hamaran gongur tú gjøgnum Dalsrók, sum fyri onkrum kann sýnast eitt sindur brøtt. Umleið ein hálvan kilometur omanfyri Dalsrók, kemur tú niðan til hugnaligu gjónna í Gjófelli. Víðari gongur gøtan líðandi niðan til Handasta Varða. Á teininum niðan til Handasta Varða, sum er umleið ein hálvan kilometur, sæst mýrilendi og Vatnsdalsvatn liggur sunnanfyri.
Komin niðan á slættan uppi á hálsinum, kanst tú ganga og njóta góða útsýnið yvir stóru víddirnar við mongu smáu tjørnunum. Í baksýninum sært tú Stóru og Lítlu Dímun, Suðuroynna, umframt eisini Skúvoy. Áðurnevndi Sigmundur Brestisson sigst, at hava svomið allan tann langa teinin úr Skúvoy til Sandvík í Suðuroy. 
Komin tvørtur um hálsin eru 2,5 km. eftir oman til Dals. Tað er hugnaligt og sera vakurt at ganga oman gjøgnum dalin. Tá komið er oman til Hamrarnar, sæst bygdin koman undan heilt har niðri í djúpa dalinum.

Dalur er sunnasta bygd í Sandoynni. Hon fekk vegasamband til hinar bygdirnar í 1963. Kirkjan í bygdini varð vígd í 1957.

Guðrunarløkur - Skarvanes – Dalur
Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur

Guðrunarløkur - Skarvanes – Dalur

Við Guðrunarløk er tvey p-pláss við sjálvt rulluportrið við rættina. Men um ikki nógvir bilar eru við rættina kl. 08:00, í samb. við fjallgongur, so er tað Ok, at parkera inni á p-plássinum við rættina við Guðrunarløk. Men um bilar standa har, í samb. við fjallgongu, so skal p-plássið inni við rættina ikki brúkast. Til ber eisini at brúka eitt størrið p-pláss, sum er við rulluportrið 300 m. norðanfyri rættina – móti Skálavíkarvegnum.

Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur

Til at koma til Dals við leið 601.
Báðar leiðirnar í Sandoynni koyra til Skopunar, har fergan siglur frá. 

Parking, Dalur 
Tað er møguligt at seta bilin í bygdini. (Sí mynd)

  • parking-and-starting-point-dalur-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parking-starting-point-dalur-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
Guðrunarløkur - Skarvanes – Dalur
Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur

Guðrunarløkur - Skarvanes – Dalur

Dalur - Skarvanes - Guðrunarløkur

Fakta

path icon
2t 20m

Tíð

path icon
8 km

longd

hilltop peak icon
296 m

Hægsta stað

family icon
370 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi fyri børn
difficulty icon Miðal - Lætt til Skarvanes, miðal til Dals. Eitt sindur bratt gjøgnum Dalsrók, beint sunnanfyri Skarvanes.
terrain icon Grasvaksnin varðagøta
11°C
7 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours