Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Guðrunarløkur – Skarvanes

  • Bygdagøtan byrjar við rættina fram við vegnum til Húsavík. Til høgru sæst Guðrunarløkur. Haðani verður gingið niðan fram við Rókunum, sum síggjast ovast mitt á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • Meginpartin av gøtuni millum Guðrunarløk og Skarvanes, ganga vit undir brøttu fjallasíðuni á Vestfelli. Her eru vit undir tí brattasta, kallað Undir Rókunum, har vit hóma Líðarrøkur ovast til høgru á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • Niðanfyri Dúniadal eru vit á tí hægsta punktinum á bygdagøtuni. Har er gott útsýnið, t.d. norður á Sand og eisini Salthøvda, sum vit síggja til vinstru á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • Beint norðanfyri Dúniavatn er sera hugnaligt og vakurt. Útsýnið er gott suður eftir slattanum Undir Hjøllum við Lítlu og Stóru Dímun í baksýninum. Njót løtuna áðrenn gingið verður seinasta teinin oman gjøgnum brøttu vallaðu líðina til Skarvanes. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsigt oman yvir Skarvanes. Mynd: Óli Gardshodn
  • Vegávísingarskeltið í gilinum beint sunnanfyri bøgarðsportið á Skarvanesi – omanfyri Hoygjógv. Mynd Óli Gardshodn.
  • Skarvanes. Í baksýninum til vinstru Salthøvdi og til høgru Sandur. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Skarvanes. Mynd: Óli Gardshodn

Ein friðsælur og lættur túrur millum múgvandi kvinnur, seyðatjóvar og listamálarar

Tá tú frá Skálavíkarvegnum koyrir 700m inn eftir Húsavíkarvegin, kemur tú til eina rætt. 50 metrar áðrenn vegin inn til rættina, nakrar metrar inn frá vegjaðaranum, sært tú eitt lítið skelti, sum er fest niður á ein stein. Her byrjar túrurin og her rennur Guðrunarløkur. Navnið verður sett í samband við Guðruna Sjúrðardóttur, sum um ár 1400 var sera múgvandi kvinna, og hevur verið hildin at vera nógv umrødda Húsfrúgvin í Húsavík.

Fylg pelunum í ein útsynning niðan móti Undir Rókunum. Fyrsta teinin er kanska trupult at finna varðarnar, men eftir 400 metrum, tá tú nærkast Undir Rókunum, verða varðarnir sjónligari í landslagnum. 

Her er Runtaurð. Søgnin sigur, at Runti var seyðatjóvur, sum krógvaði seg her. Jóladag hevði hann hættað sær út úr sínum skýli at kóka sær ein bita, tí hann væntaði ikki, at fólk vóru úti tá. Men onkur varnaðist hetta, og Runti varð fangaður.

Húsfrúgvin

Húsavík er millum elstu bygdir í Føroyum. Her livdi Húsfrúgvin um ár 1400, og slóðin eftir hennara tíð sæst enn, m.a. elsti parturin av kirkjugarðinum og steinsetta túnið millum húsini í bygdini.

Húsfrúgvin átti nógva jørð og ognir í Føroyum umframt stórar ognir í Noregi og Hetlandi. Skjøl benda á, at tvær ríkar konur búðu í Húsavík um hetta mundið, og onkuntíð koma tær í bland. Sambært søgnunum er Húsfrúgvin hørð – hon skuldi duga gand og fór illa við arbeiðsfólkunum.

Húsavík hevur stóran sand og er góð hvalvág. Økið er eisini væl egnað til surfing.

Fram við gøtuni kemur tú til Klovnusteinar – tveir steinar, ið síggja út at vera ein, sum er klovin. Gamalt var, at gekst tú millum steinarnar, doyði tú, áðrenn árið var liðið.

Friðsælt vatn

Lendið her eru gamlar torvheiðar. Tá ið tú ert komin nakað suður um Líðarrøkur, er vakurt útsýni yvir Dúniavatn við Stóru Dímun, Lítlu Dímun og Suðuroynni í baksýni. Eisini sært tú Skúvoy, Salthøvda og Sands bygd, sum verður roknað at vera ein av Føroya elstu bygdum. 

Her er sera friðsælt og eitt upplagt stað at hvíla seg aftur við áartutli og fuglasongi. Í góðum sýni sæst heilt til Mykines hiðani.

Norðanvert við Stóru Dímun er Øssursdrangur, ið er nevndur eftir Øssuri Havgrímssyni, høvdinga í víkingaøld, sum Sigmundur Brestisson drap í valdsstríði. Øssur bað um at verða grivin soleiðis, at høvdið vendi móti Grønuskor, ið er sunnan fyri drangin.

Í Skúvoy sigst Sigmundur Brestisson at liggja grivin. Har ber eisini til at ganga vakra túrin út í Høvdan og Fagradal, sum er karmur um skaldsøguna Rannvá eftir Dagmar Joensen-Næs.

Komin fram við Dúniavatni gongur leiðin oman móti Skarvanesi. Gakk oman móti Torvstíggi, men far ikki oman um hamaran. Fylg pelunum eftir slættanum uppi á hamaran, suður um Mataránna. Við ánna er vakurt at hyggja oman yvir høga fossin, bygdina og vøkru grótlaðingarnar, við Skúvoy í baksýninum. Men ver varðin! Tað kann verða hált úti á kantinum.
Gakk víðari, uml. 25 m. suður um Mataránna. Har sært tú pelarnar leiða oman gjøgnum stíggin. Fylg pelunum tvørtur um hegnið og víðari suðureftir tætt omanfyri bøgarðin. Í stóra gilinum sunnanfyri bøgarðin, kemur tú inn á bygdagøtuna úr Dali, og har bøgarðsportrið eisini er. 

Díðrikur og dúgvurnar

Skarvanes var heimstaður fyri fyrstu málningalistina í Føroyum. Díðrikur á Skarvanesi (1802-1865) verður roknaður sum Føroya fyrsti listamálari. Hann var føddur í Stóru Dímun, men flutti til Skarvanes. Díðrikur málaði fuglamyndir í føgrum litum, m.a. dúgvur. Bara fimm av myndunum eru varðveittar, og tær eru at síggja á Listasavni Føroya.

Skarvanes er tiltikið gott rekapláss og kornpláss. Í ánni stendur ein gomul vatnmylla, sum fyrr varð brúkt til korn. Eingin kirkja er á Skarvanesi, og vanliga gingu skarvanesfólk eftir varðagøtuni til Húsavíkar í kirkju og seinni eisini til Dals. Í gamlari tíð var bønhús á Skarvanesi.

Hevur tú hug at ganga ein longri túr, ber til at halda fram eftir varðagøtuni av Skarvanesi til Dals. 

Guðrunarløkur - Skarvanes
Skarvanes - Guðrunarløkur

Guðrunarløkur - Skarvanes

Til ber at koma til Húsavíkar við leið 601.

Leiðin koyrur til og frá Skopun, har fergan siglur frá.


Gott pláss er at seta bilin við rættina. Er fjalldagur, eiga tit at taka atlit til hetta tá ið tit seta bilin.

  • parkering-og-starting-point-husavik-gudrunarlokur-jpg

Skarvanes - Guðrunarløkur

Ongin bussur koyrir til Skarvanes.

Stilla bilin við parkeringsplássi (sí grønu strikuna á myndini), har tú eisini sært skeltið sum lýsir bygdagøturnar til Skarvanes. Gang suður gjøgnum bygdina, og fylg gøtuna víðari suður til bøgarðsportrið. Har eru skeltir sum vísa leið til bæði Guðrunarløk og og til Dals. (sí bláu strikuna).

Guðrunarløkur - Skarvanes
Skarvanes - Guðrunarløkur

Guðrunarløkur - Skarvanes

Skarvanes - Guðrunarløkur

Fakta

path icon
1t 10m

Tíð

path icon
4.1 km

longd

hilltop peak icon
203 m

Hægsta stað

family icon
136 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg við børnum.
difficulty icon Lætt - Lendið er slætt og teinurin lutfalsliga stuttur.
terrain icon Vallað varðagøta, í støðum eyrgøta. Vátt lendi í støðum.
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours