Hov - Øravík
Eftir bratta og avbjóðandi túrin niðan á Tindin er restin av túrinum ein stutt mótbrekka niðan undir Hovstúgvu (Túgvuna í Halgafelli), og síðan ein long og hugnalig undanbrekka oman til Øravíkar við góðum útsýni inn yvir Trongisvágsfjørð.
Hov - Øravík
Túrurin byrjar miðskeiðis á Hovsvegnum niðan á Hovsegg, í 180 metra hædd, áraka bátahylin í Hovi. 70 hæddarmetrar omanfyri er eyðkendi Tindurin, sum gangast skal niðan gjøgnum. Fyrsti sjónligi varðin stendur ovast í stígginum niðan gjøgnum Tindin.
Hetta sær bratt og avbjóðandi út, men ein góðan summardag hevur hetta onki upp á seg uttan kanska hjá tí, sum hevur hæddarræðslu.
Tíverri er gøtan undir Tindinum ikki hildin. Hetta sæst eisini á einum varða undir Tindinum, sum hálvur er farin í einari skriðu, umframt at alt ov nógv leyst grót og tilfar liggur á leiðini. So her er bara um at geva sær góða tíð og finna sær eitt gott vallað stað at ganga niðan gjøgnum.
Komin niðan á Tindin er lættari at ganga, og stutt er niðan á Skarðið í Kambi – bert 30 hæddarmetrar.
Útsýnið her uppi er avbera gott yvir Hov, Hovsfjørð og inn í Hovsdal.
Haðani er ein stutt og lítil mótbrekka niðan eystan fyri Hovstúgvu (Túgvuna í Halgafelli).
Eftir at komið er um sýnina, byrjar ein long og lagalig undanbrekka allan vegin oman til Øravíkar. Meðan vit ganga oman fram við tøttu varðunum, njóta vit góða, vakra útsýnið inn gjøgnum Trongisvágsfjørð.
Tíverri er hegnað við innkomuna til Øravíkar við ikki minni enn tveimum hegnum, annað við píkatráði. Gongufólk mugu tí finna eitt trygt stað at fara uppum hegnið, til avvarðandi partar hava tryggja eina góða og lætta farleið eftir bygdagøtuni.
Hov-Øravík
Bussamband
Gott samband er til Hovs og Øravíkar á leið 700.
Gangast má niðan eftir Hovsegg frá nærmasta busssteðgiplássinum í Hovi.
Parkering í Hovi
Bilar kunnu setast á stóru parkeringsplássunum fram við vegnum niðan á Hovsegg. Parkera bert í niðaru síðu á vegnum orsakað av vandanum fyri, at smásteinar rulla oman á vegin – sí grønu frámerkingina.
Haðani skal gangast eftir bláu linjunum hagar, sum ein gøta er gjørd at ganga eftir frá landsvegnum og niðan móti Tindinum.
Øravík - Hov
Bussamband
Gott samband er til Hovs og Øravíkar á leið 700.
Gangast má niðan eftir Hovsegg frá nærmasta busssteðgiplássinum í Hovi.
Parkering, Øravík:
Parkera við bønhúsið – sí grønar frámerkingar. Eftir ávísing frá Tvøroyrar Kommunu tann 22. apríl 2021 skal haðani verða gingið niðan í endan á Lítlubrekku, fram við húsunum á ovaru síðu, tvørtur um hegnið við píkatráðnum, sí bláu pílarnar, og haðani út til fyrsta varðan, sum sæst uppi á høvdini, sí reyðar frámerkingar.
Hov - Øravík
Øravík - Hov
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar