Hvalvík - Kvívík
Ein vakur, lættur og friðarligur túrur, ið tekur uml. 3 tímar í støðugari gongd
Bygdagøtan millum Hvalvík og Kvívík er áhugaverd. Gingið verður fram við vatnbyrgingini á Mýrunum eystan fyri Vestmanna. Á leiðini sæst, hvussu størri og smærri byrgingar eru grivnar til at savna regnvatn í hesum stóra øki, og gingið verður fram við einum vatntunli.
Byrjar túrurin í Hvalvík, verður gingið frá Missiónshúsinum. Gingið verður eftir nýggju gøtuni niðan til bøgarðsportrið. Komin gjøgnum portrið fert tú til vinstru, móti hoyggjhúsinum, haðani gingið verður á skák niðaneftir norðan fyri Myllá (høgrumegin). Teir fyrstu varðarnir standa uppi á fyrstu høvdini, í 150 m hædd, og síggjast ikki, fyrr enn komið er niðaná. Komin niðan á høvdina gongur tú fram við Myllá og fram við Hvalvíksgjógv, har varðar eru allan vegin til Kvívíkar.
Byrjar túrurin í Kvívík, verður gingið frá stóra parkeringsplássinum á landsvegnum oman fyri bygdina. Haðan verður gingið 70 m eystureftir, har gøta er niðan til fyrsta portrið. Haðan eru varðar allan vegin niðan.
Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar eru avgerandi. Kanska er vakrari at ganga úr Hvalvík.
Hvalvík - Kvívík
Leið 450 koyrur til Hvalvíkar og leið 100/300 til Kvívík. Báðar leiðirnar koyra til og frá Tórshavn.
Parkering, Hvalvík
Í Hvalvík eru góðar umstøður at seta bilin við Hvalvíkar bókasavn (sí myndir)
Kvívík - Hvalvík
Leið 450 koyrur til Hvalvíkar og leið 100/300 til Kvívík. Báðar leiðirnar koyra til og frá Tórshavn.
Parkering, Kvívík
Í Kvívík kann bilurin standa við stóra parkeringsplássið við landsvegin oman fyri Kvívík.
Hvalvík - Kvívík
Kvívík - Hvalvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar