Klaksvík - Klakkur

  • View from the mountain Klakkur north through the fjord Kalsoyarfjørður. On the left, the characteristic and special island of Kalsoy, with its 13 mountains.
  • The city of Klaksvík. The view from the road up to the mountain Klakkur – close to the river Vágsá. There are several small pieces of land that are fenced in, where some of the sheep are often fairly tame.. Photo: Óli Gardshodn.
  • The city of Klaksvík. View from the road Niðan Horn. Photo: Óli Gardshodn.
  • The view from the northern end of the mountain Klakkur south across the ridge and south towards the mountains Halgafelli and Háfjall. To the left is part of the town of Klaksvík. Photo: Óli Gardshodn.
  • On the way up the mountain Klakkur. In the middle of the picture, you can see the road we are going up, via the lake at the pass Hálsur. Photo: Óli Gardshodn.
  • View from the mountain Klakkur north through the fjord Kalsoyarfjørður. On the left, the characteristic and special island of Kalsoy, with its 13 mountains. Photo: Óli Gardshodn.
hike poster

Ein lættur og vælumtóktur túrur kring alt árið til heimskenda útsýnið yvir Kalsoyarfjørð

Túrurin byrjar á parkingsplássinum niðan fyri kirkjuna í hjartanum á Klaksvík. Gakk á leið 100-200 metrar ímóti rundkoyringini. Far til høgru og gakk 25-50 metrar til Vágstún, síðan til vinstru einar 600 metrar eftir Uppsalagøtu og so Nýggjavegi. Far til høgru og halt fram Oman Eið einar 500 metrar, áðrenn tú kemur til rundkoyringina. Far eftir vegnum Niðan Horn einar 400 metrar. Far til høgru og far inn á gøtuna, sum fyri ein part ikki er trádd og hevur fingið eyknevnið Ástarbreytin.

Grúsvegurin heldur fram heilt niðan á Háls. Tú kanst eisini koyra niðan á Háls og parkera har. Gev gætur, at grúsvegurin er óslættur í støðum. Hóast gøtan niðan á Klakk ikki er so væl merkt, er lætt at finna. Tá ið tú stendur við hagaliðið miða so eftir hægsta punkti norðan fyri teg. Har stendur eisini ein varði, sum tú sært beinanvegin og kanst ýta teg eftir. Far til gongu  gjøgnum gamlar torvheiðar. Tað er vallað heilt niðan á Klakk, og har er nóg illa ein steinur á leiðini. Hetta er eitt av teimum fáu støðum, har til ber at aka á skíð um veturin. 
Nógvur fuglur eigur her: tjaldur, skúgvur, kjógvi, mýrisnípa, lógv, spógvi og likka. Ravnur sæst eisini her, og grátítlingar húsast í gomlu kráartoftunum. 
Í dalinum beint sunnan fyri Háls er plássið, tey gomlu kallaðu á Vaktini. Søgn sigur, at har sótu fólk og høvdu eyguni við fíggindaskipum. 
Tá ið tú ert næstan komin niðaná og hyggur oman vestanfyri, sært tú Føgrulíð. Fólkaháskúlin, sum varð grundaður í 1889, stóð upprunaliga har, áðrenn hann varð fluttur til Havnar. Háskúlamaðurin og skaldið Símun av Skarði skrivaði tjóðsangin ”Tú alfagra land mítt” har í 1906. 
Ansa tær, tá ið tú kemur niðan á Klakk. Hann er ógviliga brattur í støðum. Útsýnið haðan av tindinum er sjaldsama gott. Vestanfyri sæst Leirvík, Gøtunes og Mjóvanes. Syðri á er Nólsoy, um sýnið er gott. Kalsoy liggur norðanfyri sum ein langur snákur í sjónum. Í mong ár var oyggin eyknevnd “Blokkfloytan” eftir øllum teimum mongu tunlunum.  Fýra bygdir eru á Kalsoynni. Syðradalur er á syðra nesinum, so Húsar, Mikladalur og Trøllanes á norðara nesinum, sum ikki sæst av Klakki. 
Fólk fara til Mikladals at síggja standmyndina av Kópakonuni, sum er grundað á søgnina har í bygdini. Kunoyggin er tann hægsta í landinum. Har eru seks fjøll oman fyri 800 metrar. Eystanfyri sæst Haraldsund, og Klaksvík er niðan fyri teg. Upprunaliga vóru fýra bygdir her: Í Uppsølum, Í Gerðum, Á Myrkjanoyri og Í Vági. Tá ið tú kemur oman av Klakki, hevur tú Halgafelli fyri tær og síðan Háfjall. Hinumegin Klaksvík, sært tú Myrkjanoyrafjall og Kjøl, soleiðis nevnt, tí tað líkist kjølinum á holvdum báti. Túrurin endar, har hann byrjaði.  

Klaksvík - Klakkur

Klaksvík - Klakkur

The bus terminal in downtown Klaksvík, Við Sandin, is situated where the route starts.

Plenty of parking is available around the church in Klaksvík as well as on Hálsaskarð, only 1,4 km away from the viewpoint on Klakkur. However, the road conditions from Klaksvík to Hálsaskarð are quite rough.

Klaksvík - Klakkur

Klaksvík - Klakkur

Fakta

path icon
2t 20m

Tíð

path icon
9 km

longd

hilltop peak icon
410 m

Hægsta stað

family icon
406 m

Hæddarmetrar


family icon Suitable for children
difficulty icon Medium -
terrain icon First dirt road, then grass path
8°C
7 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours