Klaksvík - Klakkur
Ein lættur og vælumtóktur túrur kring alt árið til heimskenda útsýnið yvir Kalsoyarfjørð
Túrurin byrjar á parkingsplássinum niðan fyri kirkjuna í hjartanum á Klaksvík. Gakk á leið 100-200 metrar ímóti rundkoyringini. Far til høgru og gakk 25-50 metrar til Vágstún, síðan til vinstru einar 600 metrar eftir Uppsalagøtu og so Nýggjavegi. Far til høgru og halt fram Oman Eið einar 500 metrar, áðrenn tú kemur til rundkoyringina. Far eftir vegnum Niðan Horn einar 400 metrar. Far til høgru og far inn á gøtuna, sum fyri ein part ikki er trádd og hevur fingið eyknevnið Ástarbreytin.
Grúsvegurin heldur fram heilt niðan á Háls. Tú kanst eisini koyra niðan á Háls og parkera har. Gev gætur, at grúsvegurin er óslættur í støðum. Hóast gøtan niðan á Klakk ikki er so væl merkt, er lætt at finna. Tá ið tú stendur við hagaliðið miða so eftir hægsta punkti norðan fyri teg. Har stendur eisini ein varði, sum tú sært beinanvegin og kanst ýta teg eftir. Far til gongu gjøgnum gamlar torvheiðar. Tað er vallað heilt niðan á Klakk, og har er nóg illa ein steinur á leiðini. Hetta er eitt av teimum fáu støðum, har til ber at aka á skíð um veturin.
Nógvur fuglur eigur her: tjaldur, skúgvur, kjógvi, mýrisnípa, lógv, spógvi og likka. Ravnur sæst eisini her, og grátítlingar húsast í gomlu kráartoftunum.
Í dalinum beint sunnan fyri Háls er plássið, tey gomlu kallaðu á Vaktini. Søgn sigur, at har sótu fólk og høvdu eyguni við fíggindaskipum.
Tá ið tú ert næstan komin niðaná og hyggur oman vestanfyri, sært tú Føgrulíð. Fólkaháskúlin, sum varð grundaður í 1889, stóð upprunaliga har, áðrenn hann varð fluttur til Havnar. Háskúlamaðurin og skaldið Símun av Skarði skrivaði tjóðsangin ”Tú alfagra land mítt” har í 1906.
Ansa tær, tá ið tú kemur niðan á Klakk. Hann er ógviliga brattur í støðum. Útsýnið haðan av tindinum er sjaldsama gott. Vestanfyri sæst Leirvík, Gøtunes og Mjóvanes. Syðri á er Nólsoy, um sýnið er gott. Kalsoy liggur norðanfyri sum ein langur snákur í sjónum. Í mong ár var oyggin eyknevnd “Blokkfloytan” eftir øllum teimum mongu tunlunum. Fýra bygdir eru á Kalsoynni. Syðradalur er á syðra nesinum, so Húsar, Mikladalur og Trøllanes á norðara nesinum, sum ikki sæst av Klakki.
Fólk fara til Mikladals at síggja standmyndina av Kópakonuni, sum er grundað á søgnina har í bygdini. Kunoyggin er tann hægsta í landinum. Har eru seks fjøll oman fyri 800 metrar. Eystanfyri sæst Haraldsund, og Klaksvík er niðan fyri teg. Upprunaliga vóru fýra bygdir her: Í Uppsølum, Í Gerðum, Á Myrkjanoyri og Í Vági. Tá ið tú kemur oman av Klakki, hevur tú Halgafelli fyri tær og síðan Háfjall. Hinumegin Klaksvík, sært tú Myrkjanoyrafjall og Kjøl, soleiðis nevnt, tí tað líkist kjølinum á holvdum báti. Túrurin endar, har hann byrjaði.
Klaksvík - Klakkur
Bussterminalurin í Klaksvík, Við Sandin, er beint har, sum gøtan byrjar, við stóra parkeringsplássið niðanfyri Christianskirkjuna. Fleiri onnur stór parkeringspláss eru kring kirkjuna.
Góð parkeringsviðurskifti eru eisini uppi á Hálsi, haðani tað er einans 1,4 km. eftir at ganga niðan á Klakk.
Klaksvík - Klakkur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar