Kvívík - Válur
Ein hugnaligur og friðsælur túrur norður gjøgnum Junkarahagan við góðum útsýnið suður og vestureftir – og ikki minst, vakra útsýninum norður yvir fjøllini og dalarnar norðanfyri Vestmanna.
Verður farið úr Kvívík, ber til at seta bilin niðri í bygdini og ganga allan vegin. Høgligast er tó at seta bilin við igloirnar oman fyri landsvegin. Gangast kann eisini frá stóra seyðahúsinum, niðri við landsvegin, sum liggur 100 m. vestanfyri bygdagøtuna, men har eru fleiri hegn beint omanfyri, sum tú mást klintra upp um, so tað vilja vit ikki viðmæla.
Frá Iglounum gongur tú 175 m. niðan til svingið á vegnum. Haðani gongur tú beina leið niðan móti varðunum uppi í brekkuni sum eitur Havnargøtan. Hendan 500 m. teinin niðan til Havnargøtan, eru ongir varðar og gøtan sæst ikki. Annars eru góðir og týðiligir varðar allan vegin til Válin, við undantak av niðastu 300 metrunum á Válinum, har gøtan er umløgd til at ganga ígjøgnum eitt nýtt portur longur eysturi.
Við góða útsýninum suður gjøgnum Vestmannasund og vestur á Vágoynna, gongur tú norður gjøgnum Junkarahagan. Komin niðaná, kallað Úti á Sløttum, er eisini gott útsýnið norður gjøgnum Vestmannasund og partar av vestmannahaganum, har tú eisini kanst hóma tvær av SEV vatnbyrgingunum – tann ovasta nevnd Frammi á Vatni. Ávegis oman móti Váli, kemur tú til Grindaboðvarðan, har grindaboð blivu rópt oman til vestmenningar. Her uppi er avbera vakurt og friðsælt!
Komin oman um Djúpahjalla, skalt tú halda til høgru eystur móti Breiðá, fyri at koma á portrið á hegninum. Haðani gongur tú beina leið oman gjøgnum brøttu líðina, til stóra seyðahúsið.
Í staðin fyri at ganga niðan við hetta seyðahúsið á Váli, ber eisini til at ganga niðan gjøgnum Kráargil, 500 m. longur vesturi á landsvegnum, har tað eisini ber til at parkera bilin.
Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar kunnu verða avgerandi.
Kvívík - Válur
Leið 100/300 millum Tórshavn og Vestmanna, steðgar eisini í Kvívík. Sí ferðaætlan:
Parkering, Kvívík
Í Kvívík kann bilurin setast við igloirnar oman fyri landsvegin (sí mynd)
Válur - Kvívík
Leið 100/300 millum Tórshavn og Vestmanna, steðgar eisini á Válinum.
Parkering, Válur
Oman fyri Válin er eitt rættiliga stórt parkeringspláss á landsvegnum beint niðan fyri bygdagøtuna (sí mynd)
Kvívík - Válur
Válur - Kvívík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar