Langasandur - Saksun
Ein góður og friðarligur túrur. Serliga vøkur er leiðin oman ímóti Saksun
Á Langasandi er best at seta bilin við rættina, har Rættargøta endar, og haðani ganga út gjøgnum rættina. Tá ið komið er út gjøgnum portrini í rættini, eru 60 m til eitt op í hegninum. Haðan verður gingið beina leið niðaneftir, til komið verður á gøtuna, sum ikki sæst av Langasandi. Mælt verður til at brúka GPS fyri at ganga røttu leið.
Í Saksun er heldur ikki sjónlig gøta til Langasands, tí tað eru so fá, ið ganga hesa leiðina. 4 varðar eru á gøtuni, og teir eru allir á tí seinasta strekkinum frá Langasandi niðan undir Knúk, frá 373 m hædd niðan í 505 m hædd.
Í Saksun ber til at seta bilin við stóra parkeringsplássið beint norðan fyri brúnna um Saksunarvatn.
Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar eru avgerandi. Túrurin er tó vakrari er at ganga til Saksunar.
Langasandur - Saksun
Leið 202 ið koyrur av Oyrarbakka til Tjørnuvíkar steðgar á í Langasandi. Leið 450 koyrur úr Tórshavn til Oyrarbakka.
Parkering, Langasandur
Á Langasandi ber til at seta bilin við rættina, har Rættargøta endar (sí mynd)
Saksun - Langasandur
Eingin almenn leið koyrur til Saksun
Parkering, Saksun
Í Saksun ber til at seta bilin á stóra parkeringsplássinum beint norðan fyri brúnna um Saksunarvatn.
Langasandur - Saksun
Saksun - Langasandur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar