Leynar - Kollafjørður

  • leynar-jean-ho-jpg
    Leynasandur. Mynd: @JEAN.HO
  • Útsýnið omanfyri bøgarðsportrið oman móti Leynum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Niðan frá Leynum, verður gingið tætt niðan fram við Kollfjarðargjógv og vatnverkinum, sum liggur beint niðanfyri gjónna. Mynd: Óli Gardshodn
  • Omanfyri Setberg, í 250 m. hædd, er sera gott útsýnið. Her síggja vit Kvívík og til høgru Egilsfjall, 618 m. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið omanfyri Setberg suður eftir vestursíðuni á Streymoyarlandinum, har vit síggja Skæling, Skælingsfjall, 767 m. Longur suðuri er Gjáarbotnur og Skorardalur. Í baksýninum heilt til høgru hómast Koltur og Sandoyggin. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið niðanfyri Hjallabrúnna eystur eftir Hóvabrekku og hálsin, sum vit ganga tvørturum. Til høgru Marknagil og omanfyri stabbagrótið á Regnsendanum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Gøtan tvørtur um ánna omanfyri Marknagil. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið oman gjøgnum Marknagil. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið suður móti Skælingsfjalli, 767 m. Mitt tvørtur gjøgnum myndina, sæst serstaka stabbagrótið á Stórareyni. Hetta er partur av kendu Streymoyarsyllini, sum er eitt sokallað óregluligt innskot, sum bylgjar upp og niður gjøgnum basaltfláirnar. Eitt satt spælipláss hjá geologum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Serstaka stabbagrótið á Stórareyni, norðanfyri Skælingsfjall. Stórareyn er partur av kendu Streymoyarsyllini- Mynd: Óli Gardshodn
  • Eftir gøtuni niðan framvið stabbagrótinum á Regnsendanum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Tjørnin á Brekkunum. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Tað er vakurt at ganga á gomlu bygdagøtuni. Landslagið er fjølbroytt og Stabbagrótið á Stórareyni skarar framúr á leiðin

Serliga vakurt er at ganga ímóti Leynum, og hetta er eisini ein munandi lættari túrur, av tí at byrjað verður so høgt uppi. Gøtan er nógv gingin, eisini við rossum, og tað sæst væl við nógvu rossasporunum á leiðini. 

 

Friðsælt og vakurt er inni í dalinum, tvørtur um Marknagil og víðari niðan, har tú sært niðan í Líraberg og stabbagrótið á Stórareyni.

 

Tað er ikki so væl uppmerkt, har bygdagøturnar byrja í hvør sínum enda, men annars eru nógvir varðar, ið eisini eru í góðum standi. Av tí at gøtan er so mikið nógv traðkað, sæst hon væl allan vegin, tó ikki seinastu metrarnar oman á Oyggjarvegin.

 

Portur eru at ganga um í Leynum.

 

Tað er vakrari og lættari at ganga ímóti Leynum.

Leynar - Kollafjørður
Kollafjørður – Leynar

Leynar - Kollafjørður

Bussur steðgar í Leynum, sí SSL leið 100/300 

Parkering, Leynar
Í Leynum ber til at seta bilin fram við landsvegnum, á leið har sum bygdagøtan byrjar (sí mynd).

Kollafjørður – Leynar

Við bussi ber til at taka leið 100/300
Leið 450 koyrir ímillum Skálafjørðin og Kollafjørð

Parkering, Kollafjørður
Til ber at seta bilin á parkeringsplássið við Búnaðarstovuna í Kollafirði.

Leynar - Kollafjørður
Kollafjørður – Leynar

Leynar - Kollafjørður

Kollafjørður – Leynar

Fakta

path icon
1t 45m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
285 m

Hægsta stað

family icon
298 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin er væl egnaður fyri børn
difficulty icon Miðal -
terrain icon Vallað allan vegin, men djúp rossaspor, serliga leynamegin, ið ger, at rutan sær heldur slitin út
10°C
8 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours