Leynar - Tórshavn
Ein langur, áhugaverdur og fjølbroyttur túrur við sera góðum útsýni, har stórur partur verður gingin tætt fram við Oyggjarvegnum.
Um byrjað verður í Leynum, er lutfalsliga lætt at ganga niðaneftir. Tað er vakurt at koma niðan undir Múlan við góða útsýninum suður eftir vestursíðuni á Streymoynni, við Skælingsfjalli, Skælingsbygd, skorunum longur suðuri umframt Koltri í baksýninum. Inni í dalinum vestanfyri sæst sjáldsama Stórareyn, sum er partur av Streymoyarsyllini. Gingið verður inn gjøgnum dalin, tvørtur um hugnaliga Marknagil og haðani niðan undir Regnsendan, tætt undir sjáldsama stabbagrótinum.
Komin vestur um Regnsendan verður gingið suður undir Stórareyni, niðan gjøgnum grýtuta lendið við Regnini og haðani niðan undir Skælingsskarð. Her gongur leiðin niðan í 415 metra hædd fyri á tann hátt at koma niðan um stóra grótbrotið hjá Landsverki. Ver varin! Ikki ganga ov tætt at grótbrotinum, tí tilfarið fram við kantinum er leyst. Gingið verður suður eftir vegnum oman fyri grótbrotið, og í syðra enda á grótbrotinum verður aftur farið út á bygdagøtuna. Við bygdagøtuna stendur ein stórur flatur steinur, nevndur Brynjumannaborð. Søgnin sigur, at steinurin hevur fingið navnið, eftir at norðanmenninir hildu sigursveitslu her, tá ið sunnanmenninir flýddu eftir bardagan í Mannafelsdali. Oman á hesum steininum liggur ein steinur, sum norðanmenninir høvdu til hav, og hann, ið ikki var mentur at hevja steinin upp frá undirlagnum, slapp ikki við hinum í bardagan. Hetta hav má viga uml. 225 kg. Vanligt er, at reiðfólk sunnanífrá, eitt nú á veg til kappríðing við Leynavatn, steðga á og hvíla við steinin.
Gingið verður suður um sýnina til Hórisgøtu. Síðani verður gingið suðureftir um vegin niðan á Sornfelli og haðani oman til stóra varðan við Mjóstíggj. Her er vakurt at ganga við útsýninum yvir á Núgvuna og Mjørkadal og út eftir Kaldbaksfjørðinum. Við Mjóstíggj hevur eitt omanlop tíverri tikið gøtuna við sær, og tað ger tað eitt sindur avbjóðandi at koma tvørturum. Í góðveðri er hetta ikki trupult hjá fólki, sum er væl fyri. Haðani verður gingið oman til støðina í Mjørkadali við Oyggjarvegin.
Frá Mjørkadali ganga vit eftir Oyggjarvegnum. Beint sunnan fyri Neytaskarð taka vit okkum niðan á skarðið, tvørtur um Norðradalsvegin og haðani víðari suðureftir, niðan eftir røðini, niðan á slættan í 400 m hædd eystantil undir Stiðjafjalli. Beint omanfyri eru serstøku Dysjarnar. Hesir heyggjar og grótbunkar hava sín uppruna frá einum serligum náttúrufyribrigdi orsakað av ístrýstinum fyri 10.000 árum síðani. Líknandi Dysjar eru eisini í Sandoynni og Suðuroynni.
Hiðani, og teir umleið 8 km til Havnar er góð gøta allan vegin. Útsýnið er gott og fjølbroytt. Túrurin endar á parkeringsplássinum beint oman fyri grótbrotið við Oyggjarvegin (har brandstøðin heldur til).
Leynar - Tórshavn
Two bus routes pass Leynar:
Route 100/300 Tórshavn – Vestmanna (700 m. walk to where the route starts).
Route 300 Tórshavn - Flogvøllurin – Sørvágur (1100 m. walk to where the route starts).
You will need to ask the bus driver to stop by Leynar.
Tórshavn - Leynar
Leynar - Tórshavn
Tórshavn - Leynar
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar