Leynavatn - Vestmanna
Í vakra umhvørvinum frammi við Gjónna við Leynavatn, har sum Michelin matstovan KOKS heldur til, verður gingið niðan við Ærgisá og yvir í tann djúpa og langa Heygadal
Túrurin byrjar við Leynavatn, har koyrt kann verða inn gjøgnum Drangaósa og víðari inn gjøgnum Oyrarnar, so langt sum til ber, uttan at fara tvørtur um nakra djúpa á. Bilurin kann so setast á eini sandoyru, haðan farið verður til gongu inn í dalin, fram við Dalá. Komin nakað inn um Koks matstovuna við Gjónna verður gingið eftir løgasteinunum yvir um ánna. Haðan skrátt niðan undir Navurtunguna, har farið verður tvørtur um ta breiðu og vøkru Ærgisá. Við vakra útsýninum yvir dalin verður síðan gingið niðan við ánni, yvir um Gotursháls og oman í Heygadal.
Komin niðan á fyrstu høvdina sæst fyrsti varðin. Haðan standa teir tætt allan vegin oman til ánna í Heygadali. Uppiá eru varðarnir tættir og stórir, so tað er lætt at finna vegin. Men á sjálvum Goturshálsi krossar hendan bygdagøtan eina aðra bygdagøtu, nevniliga ta millum Kvívík og Hvalvík. Her skal ansast eftir ikki at fara skeivur av varðunum.
Uppi á Goturshálsi verður gingið gjøgnum Ognarhagan, sum er størsti hagi í Føroyum við 500 áseyðum. Hetta er eisini størsti matrikul í Føroyum, nevniliga umleið 15 km2.
Í Vestmanna verður gingið oman í Heygadal gjøgnum Tvørbrekkuna. Har verður farið tvørtur um breiðu ánna og haðan fram við ánni oman á vegin, sum gongur oman til Vestmanna. Hendan áin setur sín vakra dám á dalin.
Tað er lætt at ganga tvørtur um stóru áirnar á hásumri. Munandi torførari er tað hinar árstíðirnar, har tað ikki altíð ber til.
Leynavatn - Vestmanna
Bussur steðgar í Leynum og í Vestmanna, sí SSL leið 100/300
Tað er lættast at koyra við egnum bili.
Parkering, Leynavatn
Við Leynavatn kann verða koyrt so langt inn í dalin, sum til ber, uttan at koyra tvørtur um nakra á (sí bláa frámerking), og bilurin verður siðan settur á eina sandoyru. Haðan verður gingið niðan í dalin, nakað longri enn niðan til húsið, har sum Koks heldur til.
Vestmanna - Leynar
Bussur steðgar í Leynum og í Vestmanna, sí SSL leið 100/300
Tað er lættast at koyra við egnum bili.
Parkering, Vestmanna
Í Vestmanna verður koyrt niðan eftir Leitisvegi og bilurin settur beint oman fyri byrgingina í Hagadali (sí grønu frámerkingina á myndini). Haðan verður gingið eftir bláu strikuni niðaneftir.
Leynavatn - Vestmanna
Vestmanna - Leynavatn
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar