Mikladal - Húsar

  • Útsýnið frá ferjuni, meðan siglt verður úr Klaksvík til Syðradals. Her síggja vit norður eftir eystaru síðu á Kalsoynni. Bygdin til vinstru er Húsar. Gøtan úr Mikladali byrjar í stóra dalinum longst burgur, har vit hóma húsini. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Vakra útsýnið uppi frá eystaru sýnu á Lítladali, omanyvir Mikladal. Kópakonan hómast niðri á helluni undir bátadráttinum. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið yvir Ritudal. Niðanfyri okkum stóra Ritudalsgjógv. Hinum megin fjørðin sæst Kunoyggin. Í baksýninum fjøllini Klakkur. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Hugnaliga áin í Ritudali, beint við Svínastall og Ritudalsheyggj. Hinu megin fjørðin norðurendin av Kunoynni - høga oyggin við brøttu bjørgunum. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið frá Bustini, beint sunnanfyri Ritudal, Bjørgini sunnanfyri og norðanfyri Mikladal. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Á gøtuni millum Lunnarsgjógv og Hattardal. Ovast síggja vit tignaðarliga fjallið Hattardalstind við sínum brøttu rókum. Í baksýninum. Mynd: Óli Gardshodn.
hike poster

Ein friðarligur túrur tvørtur um fimm dalar, við vøkrum og stórbærum fjøllum og rókum omanfyri.

Byrjað verður í Mikladali, við stóra svingið í Sevgrøv beint sunnan fyri bygdina, har sniðgøtan sæst ganga niðan í Lítladal. Gøtan er partur av 14,5 km longu farleiðini millum Syðradal og Trøllanes, sum vanliga tók 4,5 tímar at ganga. Gøtan bleiv nógv brúkt, tí bæði Trøllanes og Mikladalur eru brimpláss, har tað ofta ikki var atkomuligt við báti í longri tíðarbil.
Gøtan er góð at ganga allan vegin og sæst næstan allan vegin. Tað er at kalla bert tvørtur um Ritudal og Villingadal, at hon ikki sæst.


Sera vakurt er at ganga niðan úr Mikladali, við góða útsýninum oman yvir bygdina, 788 m høgu Nestindum omanfyri og bjørgunum eystantil. Hinumegin fjørðin hava vit Kunoynna, sum m.a. er kend fyri síni nógvu høgu og brøttu fjøll. Niðri á helluni niðan fyri bygdina hómast standmyndin av kópakonuni. 


Tað sýnist skjótt og lætt at ganga suðurum til Ritudal. Komin suður í Ritudal verður gingið beint oman í dalin eftir krókutu sniðgøtuni. Tað er  skilligt, eftir hvussu væl gøtan sæst í brekkuni, at hon hevur verið nógv brúkt.


Niðri í dalinum, við ein stóran heygg, er ein elligomul pengahola, sum hevði eitt skelti við innskriftini “Til gott endamál”. Tað var siður í síni tíð, at tann, sum gekk framvið, kundi leggja nakrar smápengar í hesa holu. Júst hvussu býtislykilin var, hvør legði í, og hvør tók úr holuni, er ógreitt.  


Úr Ritudali verður gingið suður gjøgnum Bustina til Villingadal og haðani suður um dalin, suður í Lundurðarnar. Her síggjast tvær gøtur í Lundurðunum. Ansa eftir, at tú tekur ta ovaru, so at tú kemur niðan um Lunnarsgjógv, sum er mark millum Mikladal og Húsar.
Við vakra útsýninum niðan á tignarliga Hattardalstind, 644 m, ganga vit seinasta strekkið frá Lunnarsgjógv suður í Hattardal, har bygdagøtan kemur inn á landsvegin.

Mikladal - Húsar
Húsar - Mikladal

Mikladal - Húsar

Gott ferjusamband er til Kalsoynna:

https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/oyggjaleidir/56-klaksvik-sydradalur/ 

Bussur koyrir til og frá ferjuni:

https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/506-trollanes-sydradalur/

Parkering, Mikladalur:

Í Mikladali eru sera góðar parkeringsumstøður í bygdini. Har eru fleiri stór parkeringspláss og eitt teirra við kunningarskeltið ovast í bygdini, sí grønu strikuna. Haðani skal gangast út á gøtuna eftir bláu linjuni. Tvey hegn eru niðan frá vegnum, sum ein bara má gleiva up

Húsar - Mikladal

Mikladal - Húsar
Húsar - Mikladal

Mikladal - Húsar

Húsar - Mikladal

Fakta

path icon
1t 20m

Tíð

path icon
4 km

longd

hilltop peak icon
266 m

Hægsta stað

family icon
201 m

Hæddarmetrar


family icon Ja, 8+
difficulty icon Miðal -
terrain icon Onkustaðni á gøtuni eru vantandi ábøtur, t.d. norðanvert Lundurðarnar, har tað er eitt sindur bratt. Í Bergkøtlum, norðanvert Lundurðarnar og við Lunnarsgjógv verður gingið eitt sindur tætt tromini, har sjógvur er undir. Frástøðan til tromina er tó so mikið stór, at eingin skuldi verið nervaður av hesum. Onkur hegn eru á leiðini, har onki portur ella stigi er. Her má ein bara gleiva uppum.
8°C
10 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours