Mikladalur - Trøllanes

  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-119-img-0399-jpg
    skorarnar norðan fyri Vørðuna, millum Mikladal og Djúpadal. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-110-img-0389-jpg
    Útsýnið yvir Mikladal. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-114-img-0394-jpg
    Útsýnið uppi frá Vørðuni suðuryvir Kalsoynna og Mikladal. Træ steyrar at ganga eftir, sum tann á myndini, eru allan vegin, uttan í Djúpadali, har gøtan sæst væl. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-112-img-0395-jpg
    Tann eyðkenda stangarboyan uppi á Vørðuni, har gingið verður inn í brattlendi, sum leiðir inn til vakra Djúpadal. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-113-img-0512-jpg
    Gøtuskeltini á stangarboyuni uppi á Vørðuni omanfyri Mikladal. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-125-img-0413-jpg
    Tann bratta skorin, í 350m. hædd á syðru síðu í Djúpadali, har gingið verður ígjøgnum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-130-img-0507-jpg
    Gøtan gjøgnum røkurnar Mikladalsmegin í Djúpadali. Gøtan hómast í miðjuni á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-131-img-0421-jpg
    Útsýnið yvir Djúpadal. Í bakgrundini norðurendin av Kunoynni. Allar aftast Enniberg. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-133-img-0504-jpg
    Nógvur seyður sæst í Djúpadali um summarið. Við kelduna Vívdu spældi nakrir av teimum lívliga uppi á stóra steininum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-138-img-0447-jpg
    Útsýnið yvir Trøllanes og Borgaran. Fýrurin á Kallinum hómast í bakgrundini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-141-img-0460-jpg
    Útsýnið yvir Trøllanes. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein rættiliga avbjóðandi, men vakur túrur, ið vísir, hvussu nógv tey gomlu løgdu fyri til tess at búleikast á hesum fjarskotnu leiðum. Er bara egnaður at ganga í turrum veðri og bara fyri fólk, ið ikki ræðast hæddir

Mælt verður til at byrja túrin í Mikladali, har tað er eitt sindur lættari at ganga niðanfrá. Gingið verður beint niðaneftir frá samkomuhúsinum Malta, og portur eru allan vegin niðan, tó at eitt lágt stik er millum uppdyrkingarvegin og bøgarðin. Gingið verður fyrst niðan til Vørðuna, har ein sera sjónligur 3 m høgur peli við eini reyðari boyu vísir, hvar gøtan inn í røkurnar (brattlendið) gongur. 

 

Prestar eru allan vegin niðan úr Mikladali, so tað er lætt at síggja, hvar gingið skal verða. Tað er gott at ganga norður móti Djúpadali. Men teir fyrstu 500 metrarnar inn í Djúpadal, gjøgnum røkurnar oman fyri Ovarurók, er tað torførasta. Her verður gingið gjøgnum eina hampiliga smala og bratta rók, og bratt er niðurfyri (sí myndir). Í turrveðri um summarið ber væl til at ganga her. Tað, at gingið verður so ytst á rókini, har tað er sera bratt niður, ger, at hetta als ikki er fyri tey, ið hava hæddarræðslu. Her ræður um at savna seg um at ganga rætt, hyggja væl og ganga spakuliga fót fyri fót og at vera klárur at taka fyri seg, um tað krevst. Ansa eisini eftir, at lissurnar á skónum eru bundnar væl og tætt, so at onki hongur leyst, sum ger, at skógvarnir kunnu gerast fastir, so tú snávar. 

 

Grøni og vallaði Djúpidalur er sera vakur, við Djúpadalsgjónni niðast og Nestindum ovast og breiðum rókum har ímillum. Í dalinum er sera nógvur seyður, og í gomlum døgum høvdu tey eisini neyt gangandi her. Av Trøllanesi leiddu tey neytini eftir bygdagøtuni, men tey í Mikladali máttu leiða neytini tvørtur um fjallið og inn í dalin gjøgnum Neytagøtuna. Eftir at tunnil er komin til Djúpadals, er alt vorðið munandi lættari, og seyðurin verður tikin úr dalinum um veturin. 

 

Gøtan úr Djúpadali til Trøllanes gongur oman fyri Djúpadalsgjónna, norður gjøgnum Norðaruskorð og haðan heim til Vørðu. Eisini her er ein sera sjónligur 2 m høgur peli við eini reyðari boyu, sum vísir, hvar gøtan inn í røkurnar byrjar. Gøtan millum vørðurnar báðar, gjøgnum Djúpadal, sæst sera væl allan vegin.

 

Leiðin oman á Trøllanes gongur nøkulunda beina leið frá boyuni og oman í bygdina. Prestar vísa á, hvar leiðin gongur. Tá ið komið verður inn um bøgarðsportrið, verður fyrstu 30 metrarnar gingið skrátt vestureftir oman til pelan. Síðani vendir tú 90 stig til høgru og so oman við prestunum til vegendan eystast í bygdini.

 

Tað verður strangliga mælt frá at ganga hendan túrin í hálku og kava, og tá ið vátligt er, ella tá ið tað hevur regnað dagarnar frammanundan. Sum skelti á Trøllanesi vísa á, so er ikki loyvt at fara av gøtuni, og tað er eisini av trygdarávum.

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Men bratta brekkan niðan av Trøllanesi ger, at fólki á staðnum dámar betur, at gingið verður niðan úr Mikladali.

Mikladalur - Trøllanes
Trøllanes - Mikladalur

Mikladalur - Trøllanes

Gott ferjusamband er til Kalsoynna, har Sam siglir leið 56 upp í 8 ferðir um dagin. Busssamband, leið 56, er til allar túrarnar.

Parkering, Mikladalur
Í Mikladali eru sera góð parkeringsviðurskifti. Bilurin kann setast við samkomuhúsið Malta, Fornagøtu 11, ella á øðrum størri parkeringsplássi í bygdini (sí grøn frámerki). Bláa strikan vísir, hvussu tú finnur bygdagøtuna. 

  • mikladalur-1-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa linjan vísur á byrjunarstað
  • 2020-09-18-mikladalur-tr-llanes-102-img-0374-jpg
    Busssteðgistaður og kunningarstaður í Mikladali. Mynd: Óli Garðshorn
  • mikladalur-2-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa linjan vísur á byrjunarstað

Trøllanes - Mikladalur

Gott ferjusamband er til Kalsoynna, har Sam siglir leið 56 upp í 8 ferðir um dagin. Busssamband, leið 56, er til allar túrarnar.

Parkering, Trøllanes
Á Trøllanesi er eisini gott parkeringspláss (grønt frámerki), sum tó ofta er upptikið av nógvu fólkunum, ið ganga út á Kallin.

  • tr-llanes-1-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa linjan vísur á byrjunarstað
  • tr-llanes-2-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa linjan vísur á byrjunarstað
Mikladalur - Trøllanes
Trøllanes - Mikladalur

Mikladalur - Trøllanes

Trøllanes - Mikladalur

Fakta

path icon
2t 15m

Tíð

path icon
4 km

longd

hilltop peak icon
390 m

Hægsta stað

family icon
382 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg IKKI við børnum
difficulty icon Torførur - Tað er rættiliga bratt at ganga gjøgnum røkurnar oman fyri Ovarurók á syðru síðu í Djúpadali, har gingið verður tætt fram við eggini, og høgt er niðurfyri. Annars er gott at ganga, hóast tað er bratt í støðum. Tað verður strangliga frárátt at ganga hendan túrin í hálku og kava, og tá ið vátligt er í veðrinum, ella tá ið tað hevur regnað. Sum skelti á Trøllanesi vísa á, so er ikki loyvt at fara av gøtuni, og tað er eisini av trygdarávum.
terrain icon Vallað meginpartin av vegnum. Ígjøgnum Ovarurók, í brattlendinum á syðru síðu í Djúpadali, gerst gøtan vát og runut, tá ið vátligt er í veðrinum. Fyri tað mesta sera bratt
8°C
10 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours