Múli - Lambagjógv

  • Tað er sera vakurt at koyra norður til Múla. Her standa vit niðanfyri Ærgisdal og síggja norður á Múla, sum avtoftaðist í 1992. Tættast okkum síggja vit neystini og drottin Inni á Støð. Til vinstru, uppi í líðini undir Tindi, hómast Tobbabúð. Til høgru, í líðin uttanfyri Viðareiði, síggja vit Úti í Gjógv – og aftast í baksýninum, grønu líðirnar í Ormadal undan Dalsenni. Mynd: Óli Gardshodn
  • Múli. Mynd: Óli Gardshodn
  • Neystini og bátadrátturin í Múla, 1 km. sunnanfyri bygdina. Uppi til høgru fyri tað brúna neystið sæst spælið sum teir í nýggjari tíðum fingu til at hála batarnar niðan eftir dráttinum, sum sæst niðanfyri til vinstru. Hetta vóru ótýdligar umstøðum, tí uttanfyri var opið út á Norðhavið... Mynd: Óli Gardshodn
  • Við Ærgdalsá, niðanfyri Ærgisdal. Sjálvan Ærgisdal síggja vit ikki – bert tær høgu og brøttu røkurnar omanfyri. Mynd: Óli Gardshodn
  • Tað vakra gamla seyðahúsið millum Túvugil og Miðgil. Í Baksýninum Múli. Ovast til vinstru, har sólin stendur á, sæst Knúkur – eitt av teimum truplastu fjøllunum at koma niðan á. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Í fótasporum Guttormi í Múla.

Túrurin byrjar í fyrndargomlu bygdini Múli, sum liggur norðast á eystursíðuni á Borðoynni. Tað er vakurt og friðarligt at koma til bygdina – eitt sindur sjáldsamt. Her eru fýra hús, sum nú øll standa tóm. Tey seinastu fastbúgvandi fólkini fluttu av bygdini í 1992. Kortini er her rættuliga fitt av ferðslu, orsaka av seyðahaldi, ferðafólki, og av teimum, sum nú brúka húsini sum summarhús. 
Múli er ein av elstu bygdum í Føroyum. Hon er nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Tá svartideyði herjaði her í uml. 1347, blivu tey sjúku koyrd niðan í dalin omanfyri bygdina í sóttarhald. Har bleiv eitt hús bygt til endamálið, kallað Tobbabúð. Húsið lá á norðaru síðu uppi í dalinum, uppi undir Enninum har tað gerst brattari – omanfyri Longukrógv. 100 m. sunnanfyri er Húsbøsteinur, har matur til tey sjúku bleiv settur. Hesin steinur sigst at vera íbygdur – har búði ein huldumaður.
Guttormur í Múla (1657 - 1739), sum skuldi duga meira enn at mæta seg, búði her. Nógvar sagnir eru um hansara serligu evni. Kanska er tað tí, at tað virkar eitt sindur gandakent í bygdini...
Lendingin í Múla liggur ein góðan kilometur sunnanfyri bygdina, kallað Inni á Støð. Her høvdu tey upp í tríggjar bátar standandi í neystum. Framvegis síggjast neyst, lunnar og spælið til at draga bátarnar niðan við. Tað er við vegendan omanfyri hesi neyst, at bygdagøtan byrjar.
Eftir at hava parkera bilin á stóra parkeringsplássinum við Klivsdalsá, ganga vit teir 350 m. norður til har sum niðari vegur fer oman til lendingina Inni á Støð. Haðani ganga vit teir 400 metrarnar suður eftir niðara vegi, har vit við vegendan koma út á sjálva bygdagøtuna. 
Bygdagøtan var lívsnervin til Múla. Hetta er jú brimpláss, so tá høgættin bleiv drúgv og ikki atkomandi var við báti, so var onki annað at gera enn at ganga bygdagøtuna.
Tá vit koma suður móti Ærgdalsgjógv, koma vit til ein stóran fýrakantaðan varða. Tað vóru fýra varðar inn til Norðdepils, við umleið einum fjórðingi í millum sín. Bert tveir standa eftir – hesin og tann við Lambagjógv. Hinir fóru sum ífylla í Múlavegin. 
Meðan gingið verður síggja vit høgu og brøttu røkurnar omanfyri Klivsdal og Ærgisdal. Hinumegin sundið, Hvannasund, síggja vit Viðareiði við vøkru fjøllunum omanfyri.
Tá vit koma suður móti Lambagjógv taka vit okkum niðan um gjónna. Beint sunnanfyri gjónna koma vit til næsta varðan, har vit ganga niðan á Múlavegin. Restin av gøtuni inn til Norðdepil liggur undir Múlavegnum – við undantak av teimum fyrstu 300 m. norðanfyri Fossá. Túrurin endar tískil her omanfyri Lambagjógv. Við Lambagjógv er eisini eitt stórt parkeringspláss, har til ber at parkera bilin. 
Skoytast kann uppí, at ein forvitnisligur stakkur stendur beint heimanfyri Lítladalsá, 1 km. norðanfyri Fossá. Frá Múlavegnum kann gangast beint oman til hann fram við hegninum sunnanfyri ánna.

Múli - Lambagjógv
Lambagjógv - Múli

Múli - Lambagjógv

Í Múla ber til at parkera við stóra parkeringsplássið við Klivsdalsá, 1 km. sunnanfyri bygdina, ella í bygdini.
 

Lambagjógv - Múli

Múli - Lambagjógv
Lambagjógv - Múli

Múli - Lambagjógv

Lambagjógv - Múli

Fakta

path icon
0t 40m

Tíð

path icon
3 km

longd

hilltop peak icon
67 m

Hægsta stað

family icon
72 m

Hæddarmetrar


family icon Egnaður til børn
difficulty icon Lætt -
terrain icon Við tað at nógv gil eru á leiðini, er lendið skiftandi vallað, leyst tilfar, smágrót og hella. Okkurt einstakt gil kann verða eitt sindur vátligt og hált at koma tvørtur um.
8°C
3 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours