Múli - Skálatoftir - Strond

  • Brattlendið í 115 metra hædd omanfyri Fugltúvuna, beint vestanfyri Múlan - norðurendin á Borðoynni. Mynd: Óli Gardshodn
  • Múli. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið frá bøgarðsportrinum norðanfyri Múla, suður yvir Múla og Hvannasund. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið frá Oksaskriðuni, norðanfyri Múla, har vi síggja yvir á Viðareiði við Fugloy í baksýninum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Norðanfyri Múla er bratt, men gøtan er góð at ganga á, serliga ein góðan summardag. Her eru vit stødd undir Gjáunum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Ásugjógv, beint norðanfyri Skálatoftir á Borðoynni. Um illveður kom á og tey ikki kláraðu at rógva heim, settu tey inn gjónna, har tey kundu draga bátin niðan á sandin inni í gjónni. Mynd: Óli Gardshodn
  • Avtoftaða bygdin, Skálatoftir. Mynd: Óli Gardshodn
  • Avtoftaða bygdin, Skálatoftir. Mynd: Óli Gardshodn
  • Avtoftaða bygdin, Skálatoftir. Mynd: Óli Gardshodn
  • Kleivin, lendingin á Skálatoftum, har teir høvdu neyst. Mynd: Óli Gardshodn
  • Skarpiryggur, á bygdagøtuni millum Strond og Skálatoftir. Grøni bøurin í baksýninum er á Skálatoftum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Krákugjógv. Í baksýninum hinumegin fjørðin er Haraldssund. Aftast sæst Klaksvík. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Millum hábærslig fjøll, eftir sera brøttu og vøkru bygdagøtuni úr gandakendu bygdini Múla, norður um Múlan, til avtoftaðu bygdina Skálatoftir. Túrurin er bert fyri fólk, sum ikki hava hæddarræðslu, og má bert gangast í turrveðri á hásumri.

Túrurin byrjar í fyrndargomlu bygdini Múla, sum liggur norðast á eystursíðuni á Borðoynni. Tað er vakurt og friðarligt at koma til Múla – eitt sindur sjáldsamt. Guttormur í Múla, sum skuldi duga meira enn at mata seg, búði einaferð her. Kanska er tað tí, at tað tykist eitt sindur gandakent. Ongin býr fast har í dag.

 

Gingið verður gjøgnum bygdina norður á endan á vallaða vegnum, har sum nakrir runnar standa framvið. Umleið 100 m longur norður, til eitt hegn, sum førir niðan til bøgarðsportrið. Vit ganga niðan norðan fyri hegnið, gjøgnum bøgarðsportrið og haðani 30 m longur niðan, til hornið á hegninum, sum stendur uppi á sløttum á Hagabrúgv. Haðani ganga vit norður eftir slættanum móti einum seyðabóli 200 m norðanfyri. Gøtan sæst ikki í fyrstuni, men tá ið vit ganga fram við seyðabólinum og eini kornkrógv beint aftaná, sæst gøtan væl. Skjótt koma vit í brattlendið á norðaru síðu. Legg til merkis, at gøtan býtir seg sundur tvær ferðir, og í báðum førum skalt tú velja ta ovaru leiðina. 
Meðan vit ganga vestureftir, fer Kunoyggin at koma undan. Í umleið 100 m hædd fylgja vit gøtuni allan vegin rundan um Múlan. Eftir at vit hava runda Múlan fara vit at ganga suðureftir. Her, oman fyri Fugltúvuna, koma vit til tað brattasta strekkið á túrinum. Ein góðan summardag er hetta gott at ganga hjá fólki, sum ikki hevur hæddarræðslu, men um veturin hevur tað neyvan altíð verið stuttligt. Sjógvur er beint undir, so hjá onkrum er hetta møguliga ov nógv.

 

Á leiðini suður til Ørmansdal ganga vit gjøgnum Múlagjógv og fleiri onnur djúp gil, har útsýnið niðan í røkurnar er sera gott. Frá Ørmansdali og suðureftir er ikki bratt.

 

Ein góðan kilometur sunnan fyri Ørmansdal er Ásugjógv. Her kundu bátar seta upp, um teir á leiðini komu í neyð av t.d. óveðri. Bátur kundi dragast niðan á sandin í gjónni, men ikki slapst upp úr gjónni, so her svóvu teir onkuntíð. Seinni bleiv tað tó gjørligt, við hjálp frá Heina-Jógvani, ið eisini gjørdi arbeiðið við gøtuna til Árnafjarðar. Í dag stendur bert ein illa farin rustaður kongur eftir, so her er ikki longur ráðiligt at ganga.

 

Komin um sýnina stutt sunnan fyri Ásugjógv koma Skálatoftir umsíðir undan. Grøni bøurin við øllum teimum veltu teigunum og húsatoftunum. Sum vit nærkast, kann ein ímynda sær, hvussu hetta samfelagið hevur búleikast. Her vóru samanlagt eini seks hús, harav eitt heilt har suðuri við bøgarðsendan. Í 1880 búðu 23 fólk á Skálatoftum í fýra húsum, og at tað mundi vera tað mesta, sum hevur verið.

 

Trý av hesum húsum vóru bygd tætt saman sum ein samanhangandi long lon. Hetta vóru Kongsstovan og Innistovan í hvør sínum enda við Roykstovuni ímillum.


Oman frá norðastu húsunum ganga vit trappurnar oman til lendingina, Kleivina, har ein neystagrund stendur. Tað er áhugavert, at hesi trapputrin oman gjøgnum bøin framvegis eru góð at ganga eftir hóast heilt tilvaksin av grasi.

 

Vit ganga niðan aftur til húsini og haðani heim eftir vallaðu gøtuni. Tá ið vit koma heim um bøgarðin, ganga vit víðari eftir bygdagøtuni, sum fyrsta strekkið í støðum er steinsett. 
Nógv er at hyggja at hinumegin fjørðin, har fleiri av hægstu fjøllunum í Føroyum eru umframt eisini størsta gjógv í Føroyum, Skarðsgjógv. So áðrenn vit vita av, eru vit komin suður til Strond, við byrgingina um Haraldssund.
 

Múli - Skálatoftir - Strond
Strond - Skálatoftir - Múli

Múli - Skálatoftir - Strond

Vit seta bilin á parkeringsplássinum í Múla – sí grønu linjurnar. Haðani ganga vit góðar 200 m norður gjøgnum lítlu bygdina til endan á vallaða vegnum, har sum nakrir runnar standa framvið. Frá vegendanum ganga vit 100 m longur norður til eitt hegn, sum førir niðan til bøgarðsportrið, som vit síggja 80 m omanfyri. Vit ganga niðan norðan fyri hegnið og út gjøgnum bøgarðsportrið. Frá bøgarðsportrinum verður gingið 30 m longur niðan til hornið á hegninum, sum stendur uppi á sløttum á Hagabrúgv. Haðani verður gingið norður um fjallið eftir bygdagøtuni, sí bláu pílarnar. 

Strond - Skálatoftir - Múli

SSL Bygdaleiðir, leið 500/504 Klaksvík–Kunoy

https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/500-504-klaksvik-kunoy/ 

Parkering, við Strond, norðan fyri byrgingina um Haraldssund:

Við byrgingina um Haraldssund verður koyrt norðureftir fram við sjónum, norður um bygningin hjá Bakkafrosti, har vit koma norður á vegendan við seyðahúsið. Har kann bilurin setast uttast í vegsíðuni, so at aðrir bilar sleppa framvið, sí grønu linjuna. Haðani verður gingið gjøgnum stóra portrið norður um seyðahúsið og norður gjøgnum portrið beint norðan fyri seyðahúsið, sí bláu pílarnar. 

Múli - Skálatoftir - Strond
Strond - Skálatoftir - Múli

Múli - Skálatoftir - Strond

Strond - Skálatoftir - Múli

Fakta

path icon
3t 30m

Tíð

path icon
12 km

longd

hilltop peak icon
127 m

Hægsta stað

family icon
288 m

Hæddarmetrar


family icon Nei
difficulty icon Avbjóðandi - Gøtan er sera brøtt og smøl í støðum, so umráðandi er at hava góðar, óslitnar fjallaskógvar. Minst til at binda lissurnar væl og tætt inn til skógvin, so at tær ikki losna ella koma fastar í hin skógvin. Har tað er brattast, er sjógvur undir, sum kann vera avbjóðandi fyri fólk við hæddarræðslu. Tað verður strangliga frárátt at ganga hendan túrin í hálku og kava, og tá ið tað er vátligt í veðrinum, ella tá ið tað hevur regnað. Av trygdaráðum er ikki ráðiligt at fara av gøtuni.
terrain icon Fyri tað mesta er vallað allan vegin. Hóast gøtan allan vegin er góð at ganga, er í støðum leyst tilfar á gøtuni, har vandi er fyri at glíða. Í støðum eitt sindur vátt lendi. Eisini onkustaðni í tí brattasta, t.d. oman fyri Fugltúvuna, er vátt á gøtuni. Um gilini kann hellan verða hál, har áin rennur eftir henni. Í brattlendinum norðanfyri, har gingið verður um Múlan, er sjógvur undir, og tað kann vera ørandi fyri summi.
9°C
11 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours