Norðoyri - Skúvadalur
Ein vakur túrur til Skúvadalshúsið – millum seyð og heiðafugl, við fornari søgu og góðum útsýni.
Túrurin byrjar við rulluportrið sunnanfyri Norðoyri, har eitt stórt parkeringspláss er við seyðarættina. Um nógvir bilar eru við rættina, er tað allarhelst tí at tey reka seyð. Tá skulu ørindaleys halda seg burtur. Spyr onkran har um leiðir ella í bygdini, um tey eru á fjalli.
Norðoyri er elligomul bygd. Hon verður fyrstu ferð nevnd í skrivligum tilfari í 1584. Men útgrevstur í Íslistoftum vísa, at her búleikaðust fólk longu í víkingatíðini. Íslistoftir liggja niðri við sjóvarmálan millum Torvadal og Skúvadal – kallað Hópurin. Hópur á Norrønum merkir lítil vík.
Frá parkeringsplássinum, gongur tú suðureftir, út gjøgnum portrið og víðari 600 m. suður eftir uppdyrkingarvegnum. Her liggur vanliga nógvur seyður á og fram við vegnum. Eftir lembing í mai og juni mánað er ein rúgva av lívligum og spælandi lombum. Hugnaligt!
Niðanfyri vegendan, er eitt sker sum kallast Válgarin. Har plagdu Oyramenn at standa á seyðabergi fyri at tjena sær nøkur eyka oyru. Eisini plagdu teir at brúka tað til at meta um útróðrarlíkindini. Um tað dró um skerið, so var ikki veður at fara. Ein bóndi á Uppsala í Klaksvík segðist ikki tíma so væl til útróðrar. Bóndin plagdi at senda ein húskall at kanna líkindini. Og hvørjaferð húskallurin kom aftur og segði, at tað dró um skerið, fekk hann ein válgara. Glaður var bóndin, tí so slapp hann frá at fara til útróðrar. Bóndin hevði allarhelst lagt húskallinum orðini í munnin. Tískil hevur hetta skerið í dag eyknevnið Válgarin.
Frá stóra varðanum við vegendan, tekur tú teg niðan suðureftir gøtuni. Hygg væl eftir – og lurta væl, tí her síggjast oftani Spógvar. Í byrjanini er eitt sindur at eyri og leysum tilfari á gøtuni. Men, tá komin er niðan á og gingið verður undir Núpsrókum, sum er tað brattasta strekkið á leiðini, er gøtan sløtt, vallað og sera góð at ganga. Á norrønum merkir Núpur brattlendi. Sum heild er gøtan bæði góð og lutfalsliga løtt at ganga, men hon gerst heldur lang, við tað at vit skulu ganga heimaftur sama veg.
Gøtan er nógv brúkt bæði av fjallfólki og skotum – og fyrr eisini av reiðfólki og til torvskurð, so tískil koma eyrur og steinar nógva staðni undan – líka til vit koma í Skúvadal. Har fánar hon burtur í vallaða lendinum. Har frá eru pelar, sum vísa vegin niðan til húsið.
Tá tú byrjar at ganga niðan í Torvadal, sært tú suður á Byrgishamar. Hann líkist eitt sindur frá í lendinum, við sínum vøkru sløttu hellum í tí annars so skursluta lendinum og nógva lynginum. Beint oman fyri byrjanina av hamaranum stendur ein klovin steinur – kallaður Klovningasteinur. Søgnin sigur, at Rasmus á Oyri, sonur Guttorm í Múla, kloyvdi hendan steinin – júst sum hann eisini kloyvdi ein stein í søgnini um Trøllið við Sjógv.
Sum navnið Torvadalur vísir á, so skóru oyramenn torv uppi í dalinum – nakað omanfyri gøtuna, kallað í Ovara Torvadali. Teir skóru eisini í Skúvadali, umframt longur eysturi – úti í Bjargamansdali, har tað góða, men mest óhøgliga, torvið varð. Har førdu teir torvið heim við báti. Í Bjargamansdali var ein knappar 300 m. dupultur rennistrongur til at føra torvið oman í bátarnar.
Meðan tú gongur, byrja oyggjarnar sunnanfyri so við og við at koma undan Borðoyarnesi – fyrst suðuroyggin, síðani eyðkendi Skálhøvdi og Kapilin. Og tá tú so gongur víðaru hugnaligu leiðina suður eftir Breiðhjalla, út móti Skúvadali, sært tú øll eysturoyarnesini Mjóvanes, Nev og Eystnes koma undan í senn – í beinari linju við Havnini í baksýninum. Eisini sæst Lítla Dímun kaga upp um Skálhøvda. Stórsligið!
Komin niðan til Skúvadalshúsið er gott at seta seg á bonkin uttanfyri við einum góðum matpakka og bara njóta útsýnið suðureftir – ja, heilt suður á Beinisvørð, alt meðan tú hoyrir heiðafuglarnar láta í bakgrundini. Nú sært tú eisini Bassarnar á Mjóvanesi.
Skúvadalshúsið bleiv bygt í 1941 av umleið 20 klaksvíkingum, sum brúktu tað, sum eitt slag av frítíðarstaði. Seinni, í 1949, fingu Nólsoyar Páls skótarnir brúksrætt til húsið. Í 2016 tóku teir so gamla húsið niður og settu hesi nýggju húsini upp á sama stað. Húsið er smíðað av Timburdeildini hjá Tekniska Skúla í Klaksvík. Haðani bleiv húsið flogið eystur í pørtum.
Nøkur vøtn liggja longur eysturi. Tey síggjast ikki frá húsinum, tí tey liggja eitt vet hægri. Tað er uml. 600 m. at ganga eystur til tað størsta vatnið – Vatnið við Hólminum, sum liggur 18 metrar hægri enn Skúvadalshúsið. Tað liggur í ein landsynning frá húsinum. Leita eftir lítla varðanum, sum tú sært frá húsinum. Tekur tú túrin eystur á vatnið (minst til at biðja um loyvið frá eigarunum áðrenn), so kanst tú verða heppin, at síggja eitt Lómapar við vatnið. Tað eru kanska bert eini 25 lómapør í Føroyum, so tey eru sjáldsom. Tey eru stygg, so gev teimum frið! Minst til at hava kikara við.
Uppi frá vatninum fært tú eitt betur útsýnið yvir fjøllini vestanfyri – heilt norður til Tiril og Gøtunestind. Vakurt!
Heim aftur verður gingið sama veg.
Norðoyri
Góð parkeringsviðurskifti eru á stóra parkeringsplássinum beint uttanfyri gamla rulluportrið sunnanfyri Norðoyri – sí grønu linjurnar. Gang haðani suður eftir vegnum, sum víst við bláa pílinum.
GG: Um nógvir bilar eru á parkeringsplássinum, kann tað verða orsaka av at tey reka seyð. Tá skulu ørindaleys ikki fara í hagan. Tey reka seyð fýra ferðir um árið, og fjallfólkið fer avstað tíðliga um dagin. Best er, um tú spyrt onkran har um leiðir, ella í bygdini, um tey eru á fjall.
Norðoyri
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar