Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Norðradalur – Syðradalur

  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Norðadalur-Syðradalur
    Syðradalur á Streymoynni. Koltur í bakgrundini. Mynd: Alessio Mesiano
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Norðradalur-Syðradalur-
    Útsýnið yvir Norðradal á Streymoynni. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Norðradalur-Syðradalur-
    Bygdagøtan byrjar í vøkru gjónni í Norðradali. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Norðadalur-Syðradalur
    Gøtan er ikki hildin. Hon sæst bara lutvíst summastaðni, og onkustaðni hava skriður brotið gøtuna av. Í støðum má farast nakrar metrar niðanfrá, so ein lættari kemur tvørtur um skriðurnar. Mynd: Óli Gardshodn

Ein stuttur men spennandi túrur gjøgnum brøttu líðina millum Norðradal og Syðradal, har gingið verður gjøgnum ta hugnaligu Dalagjógv

Bygdagøtan byrjar ovast í hugnaligu og vøkru Dalagjógv í Norðradali. Meðan gingið verður oman gjøgnum gjønna, fram við rættum og tvørtur um brúgvar, gerst útsýnið oman gjøgnum gjønna – heilt oman á sjógv, alsamt betri og vakrari. Komin nakað oman í gjónna fylgja vit gøtuni gjøgnum hamaran, niðan á sunnaru síðu á gjónni. Haðani verður gingið eftir gøtuni til syðra býlingin, har nýggj bøgarðsportur eru uppsett og skelta er við gøtuni. Gingið verður suður gjøgnum líðina undir Tunglíðfjalli. Um Tungulíðgjógv verður farið nakað niðan, uml. í 108 m hædd. Annars liggur gøtan fyri tað mesta í 75–80m hædd. 

Gøtan er ikki hildin, og onkustaðni hava skriður brotið gøtuna av. Men pelar vísa leiðina. Beint sunnan fyri Tunguliðgjógv eru fleiri stór gil, har tað er serliga vakurt og hugnaligt. Her er gott at seta seg við einum kaffikoppi og njóta løtuna – serliga í vesturskininum. 

Her er vakurt at ganga suður gjøgnum líðina. Niðanfyri okkum síggja vit oman á tangarnar har heilt fitt av brimi kann verða, og út fyri okkum hava vit Koltur við sínum eyðkenda skapi.

Syðri partur av Tungulíð kann tykjast heldur avbjóðandi, tí ein kemur so tætt at tromini niðri á bakkanum. Men hetta er bert eitt stutt strekkið áðrenn gingið verður inn í dalin. Um hetta er ein trupulleiki, kann ein bara taka seg eitt sindur niðan í brekkuna.

Norðradalur - Syðradalur
Syðradalur - Norðradalur

Norðradalur - Syðradalur

Onki busssamband er til Norðradals ella til Syðradals.

Parkering, Norðradalur
Til ber at seta bilin á stóra parkeringsplássið, uppi við ovara enda á Dalagjógv, har vegurin fer sundur, t.e. við brúnna. Eisini ber til at seta bilin á parkeringsøkið niðri við eystara býlingin , og inn eftir síðuni á vegnum inn til Skúlan, Norðradalsvegur 5, tó soleiðis at ein bilur ótarnaður kann koyra inn til portrið við skúlan. Haðan verður gingið út gjøgnum portrið , millum Norðradalsvegur nr. 1 og 3. Uttanfyri bøgarðsportrið, vísa reyðir pelar leiðina suður gjøgnum líðina. Tak ikki feil av pelunum sum vísa niðan í Sunnara skarð til Tórshavn.

  • nor-adalur-png
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • nor-adalur-1-png
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar

Syðradalur - Norðradalur

Onki busssamband er til Norðradals ella til Sundsháls. 

Parkering, Syðradalur
Í Syðradali eru góðir møguleikar at seta bilin. Um stóra parkeringsplássið er upptikið, ber til at seta hann, har traðarvegurin byrjar, og síðani verður gingið ímóti portrinum. (sí mynd)

  • sy-radalur-1-png
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • Syðradalur-Startingpoint-Parking
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • Syðradalur-Parking-Startingpoint
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
Norðradalur - Syðradalur
Syðradalur - Norðradalur

Norðradalur - Syðradalur

Syðradalur - Norðradalur

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
3.2 km

longd

hilltop peak icon
109 m

Hægsta stað

family icon
104 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi til børn omanfyri 10 ár
difficulty icon Avbjóðandi - Gøtan sæst illa, og nakrar skriður eru á vegnum. Onkustaðni verður komið rættiliga tætt at tromini niðri á bakkanum. Her kann sjógvurin tykjast hóttandi fyri summi
terrain icon Tað er vallað og gott at ganga allan vegin, hóast tað er heldur bratt gjøgnum alla líðina, og gøtan ikki er umvæld
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours