Norðtoftir - Klaksvík
Ein fjølbroyttur og krevjandi túrur eftir gomlu bygdagøtuni norður um fjall, har vit eisini vitja gamla tingstaðin Katlarnar, har norðoyingar plagdu at møtast til várting
Túrurin byrjar beint eystan fyri Norðtoftaveg 10, har gingið verður stutta teinin niðan til rættina og haðan einar 150 m beint niðan, tvørtur um hegnið og út á bygdagøtuna, sum leiðir niðan í Toftadal, og haðan niðan í Toftaskarð.
Tá ið gingið verður niðan í Toftaskarð, skal ein halda seg í eystaru síðu, beint eystan fyri stóru urðina (grótið), sum liggur oman gjøgnum alt skarðið. Har er vallað niðan um Sjøt og heilt niðan undir hamaran. Komin heilt niðan undir hamaran skal gangast tætt undir hamrinum heilt niðan á Toftaskarð.
Toftaskarð er fylt við gróti í øllum støddum, so har er tungt at ganga niðan, og væl má ansast eftir ikki at rulla grót á onnur.
Frá Toftaskarði verður gingið beint yvir móti Køtlum, oman gjøgnum skarðið “Uppi á Gjógv”. Tað var í hesum skarði, at fyrsti postmaður í Norðoyggjum, kallaður Jakke í Vági, 24. nov. 1887 datt oman og doyði. Hann gleið 350 m oman brekkuna, harav 19 m út av einum hamri (https://www.stamps.fo/media/2119/posta-stamps-nr-43-fo.pdf).
Í Køtlum møttust menn til tings (várting). Har er slætt og stór hella rundan um stóra Tingsteinin. Her er slætt og nógv hella, og nógvir steinar liggja ymsastaðni rundan um stóra Tingsteinin. Tað er lætt at ímynda sær, at hesir steinar hava verið brúktir.
Á s. 70 í bókini hjá Hanus Poulsen, “Árnafjørður Staðarnøvn”, er ein strikumynd, ið vísir, hvussu tingstaðurin í Køtlum møguliga kann hava verið skipaður í farnum øldum, við løgmanni, fúta, skrivara, sýslumanni, brotsmanni, frásøgumanni o.s.fr.
Frá Køtlum verður gleivað upp um hegnið og gingið beina leið niðan á Áarskarð. Frá Áarskarði verður gingið oman gjøgnum ovasta partin av Ánagjógv og haðan suðuryvir, fram við húsunum hjá Archibald Black til Klaksvíkar, har komið verður oman til bøgarðsportrið beint oman fyri Undir Kráarbrekku 21, eisini kallað Rynkeby.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum.
Norðtoftir - Klaksvík
Public transport
Route 500 drives between Klaksvík and Hvannasund.
Route 400 drives between Tórshavn and Klaksvík.
Arriving by car
Parkin, Norðtoftir
At Norðtoftir, park your car about 200 metres west of Norðtoftavegur 10 – see the green lines. From there, follow the blue lines up to the sheep pen and ascend for about another 120 metres until you reach the old village path.
Klaksvík - Norðtoftir
Public transport
Route 500 drives between Klaksvík and Hvannasund.
Route 400 drives between Tórshavn and Klaksvík.
Arriving by car
Parking, Klaksvík
Parking is available at the end of Kráarbrekka in Klaksvík by the infield gate—see the green lines. From there, walk to the infield gate.
Norðtoftir - Klaksvík
Klaksvík - Norðtoftir
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar