Oyrareingir - Tórshavn
Ein hampiliga langur og vakur túrur við góðum útsýni, har stórur partur verður gingin tætt fram við Oyggjarvegnum.
Gingið verður niðan frá busssteðgiplássinum beint uttan fyri norðara munnan á Kaldbakstunlinum. Gingið verður út gjøgnum portrið beint omanfyri og haðani beint niðan eftir brøttu líðini. Hetta er ein tann brattasta bygdagøtan í Føroyum. Men av tí at gøtan sneiðir niðaneftir, so er hetta ikki so tungt.
Í støðum sæst gøtan ikki, og heldur langt er millum varðarnar. Tað kann tískil vera torført at ganga rætt, um ein ikki hevur GPS’ara. Her kann vera heldur nógvur larmur frá ferðsluni. Men í 230 m hædd verður komið niðan á fyrsta slættan beint niðan fyri Lágarstíggj, og tá verður friðarligt og friðsælt.
Gingið verður yvir um Skeiðsá og niðan um Oyggjarvegin. Síðani verður gingið suðureftir, um vegin niðan á Sornfelli og haðani oman til stóra varðan við Mjóstíggj. Her er vakurt at ganga við góða útsýninum yvir á Núgvuna, Mjørkadal og út eftir Kaldbaksfjørðinum. Eisini sæst oman yvir Mannafelsdal, har bardagin millum sunnan- og norðanmenn skal hava staðið í uml. 1307. Við Mjóstíggj hevur eitt omanlop tíverri tikið gøtuna við sær, og tað ger tað eitt sindur avbjóðandi at koma tvørturum. Haðani gongur leiðin oman til støðina í Mjørkadali, har vit koma oman á sjálvan Oyggjarvegin.
Frá Mjørkadali eru 2 km til Neytaskarð, og leiðin gongur niðan á skarðið, tvørtur um Norðradalsvegin og haðani niðan eftir røðini, niðan á slættan í 400 m hædd. Beint omanfyri eru serstøku Dysjarnar.
Hiðani og teir umleið 8 km til Havnar er góð gøta allan vegin. Útsýnið er gott og fjølbroytt, sum ein nærkast Havnini. Í góðveðri síggjast sannlíkt fleiri og fleiri fólk, reiðfólk og súkklarar, sum leita sær út á tær mongu gøturnar uttan fyri Havnina. Túrurin endar á parkeringsplássinum beint oman fyri grótbrotið við Oyggjarvegin.
Oyrareingir - Hórisgøta - Tórshavn
Við busssteðgiplássið beint norðan fyri Kaldbakstunnilin eru góð parkeringsviðurskifti.
Parkerast kann fram við ovara kanti, sí grønu markeringina. Haðani verður gingið gjøgnum portrið og síðani beint niðan við ánni, har gingið verður fram við fyrsta varðanum í umleið 160 m hædd.
Tórshavn - Hórisgøta - Oyrareingir
Oyrareingir - Tórshavn
Tórshavn - Oyrareingir
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar