Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Oyrargjógv - Sørvágur

  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Oyrargjógv-Sørvágur
    Útsýnið yvir Vestmannasund og Streymoynna. Mynd: Kimberley Coole
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Oyrargjógv-Sørvágur
    Á vegnum ganga vit tvørtur um onkrar áir, t.d. Kvígandalsá og Sjatlá, men tær eru lættar at koma tvørtur um. Mynd: Óli Garðshorn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Oyrargjógv-Sørvágur
    Varðar eru allan vegin, so gøtan er løtt at fylgja. Útsýnið yvir Leitisvatn og flogvøllin frá Kvígandalsá. Mynd: Óli Garðshorn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Oyrargjógv-Sørvágur
    Tá ið tungi teinurin niðan frá Oyrargjógv er undantikin, er rættiliga slætt og lætt at ganga túrin. Mynd: Óli Garðshorn

Ein lagaligur túrur gjøgnum vøkru og sløttu náttúruna í Vágum, har gingið verður eftir Sundsgøtuni gjøgnum Kvígandal, tvørtur um Kvígandalsá og Sjatlá vestur til Sørvágs, við góðum útsýni

Bygdagøtan byrjar á Oyrargjógv, har ein tekur seg beint niðan í líðina og haðan eftir Sundsgøtuni vestur til Sørvágs. 

 

Varðar eru allan vegin, so gøtan er løtt at fylgja. Tá ið tungi teinurin niðan frá Oyrargjógv er undantikin, er rættiliga slætt og lætt at ganga túrin. Á vegnum ganga vit tvørtur um onkrar áir, t.d. Kvígandalsá og Sjatlá, men tær eru lættar at koma tvørtur um. 

 

Søgnin sigur, at tað var eystan fyri Fjallavatn, at huldukonan í Húsagjógv tók at renna eftir seyðamanninum á Sondum, tí hann hevði tikið stakkin frá henni. Huldukonan rann aftan á honum til Vatnsoyrar og haðan niðan Vatnsbrekkuna og líka til Sandavágs. Huldukonan fekk seyðamannin aftur, men hann fekk tveitt seg inn um kirkjugarðin í Sandavági og fekk ermuna við sær. Erman sigst vera messuakul í kirkjuni.

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum.

Oyrargjógv - Sørvágur
Sørvágur - Oyrargjógv

Oyrargjógv - Sørvágur

Onki busssamband er til Oyrargjógv, so hagar má ein sjálvur koyra. 

Parkering, Oyrargjógv: Á Oyrargjógv kann bilurin setast við gomlu ferjuleguna, ið liggur tætt við bygdagøtuna. Haðan verður gingið eftir bláu strikuni norður til Oyrargjógv og síðan niðan gjøgnum líðina til fyrsta varðan, sum sæst niðri úr fjøruni.

  • Oyrargjógv-startingpoint-parking
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • Oyrargjógv-parking
    Parkeringsøkið á Oyrargjógv
  • Oyrargjógv-startingpoint
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • Oyrargjógv-startingpoint
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar

Sørvágur - Oyrargjógv

Leið 300 koyrir til Sørvág. 

Parkering, Sørvágur: Í Sørvági ber til at seta bilin við vatnbrunnarnar, ið liggja við uppdyrkingarvegin við Kirkjuá – sí grønu strikurnar. Haðan verður gingið teir 600 m eftir bláu strikuni niðan til bøgarðsportrið, har bygdagøtan byrjar. Fyrsti varðin stendur beint uttan fyri bøgarðsportrið.

  • Sørvágur-parking-startingpoint
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • Sørvágur-parking-startingpoint
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
Oyrargjógv - Sørvágur
Sørvágur - Oyrargjógv

Oyrargjógv - Sørvágur

Sørvágur - Oyrargjógv

Fakta

path icon
3t 0m

Tíð

path icon
8.6 km

longd

hilltop peak icon
434 m

Hægsta stað

family icon
552 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg til børn yvir 8 ár. Heldur langur túrur til yngri børn – og kanska eitt sindur tungt niðan frá Oyrargjógv
difficulty icon Miðal -
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours