Saksun - Tjørnuvík
Saksun er eitt av vakrastu og sermerktastu plássum í Føroyum. Túrurin til deiligu grannabygdina Tjørnuvík er ógloymandi
Leiðin byrjar við parkeringsplássið undir Dúvugørðum í ein landnyrðing úr stóru gjónni í Saksun. Dúvugarðar er fleiri hundrað ára gamal bóndagarður, sum nú er gjørdur til forminnissavn.
Gakk einar 50 metrar og snara til høgru, tá ið tú ert komin um brúnna um Skipá og gongur um 2-300 metrar niðaná gjøgnum bøin fram við ánni.
Tá ið tú ert komin út í hagan, far niðan tann fyrsta bakkan – um 30 loddrættar metrar, í somu hædd har ið fossurin fer útav. Hiðan skalt tú hyggja á skák niðan í ein landnyrðing. Á heygnum úti í sjónarringinum sært tú ein varða um ein kilometur burtur. Hav hann sum ýti. Teir fyrstu 200 metrarnar gongur tú í á leið somu hædd og kemur á gøtuna, ið gongur niðan á varðan.
Høgu fjøllini rundan um Saksun geva bygdini ein duldan dám og ikki minni ein ófatiligan vakurleika. Pollurin var góð náttúruhavn, men eftir eitt ódnarveður í 1600-talinum fyltist havnin við sandi.
Á leiðini niðan á varðan er gøtan onkustaðni burtur, men tá ið tú ert komin niðan á varðan, er varðagøta allan teinin til Tjørnuvíkar. Varðarnir føra teg longur eysturá ímóti økinum Frammi í Dal, har ið Gellingará fer lykkjuskotin oman ígjøgnum dalin. Her er ein serlig kvirra, sum tryggjar tær sinnisrógv.
Nú kemur tú á Tjørnuvíksskarð, og gøtan heldur fram niðan brekkuna. Á Tjørnuvíksskarði er vakurt útsýni til Norðureysturoy. Haðan sært tú sermerktu drangarnar Risan og Kellingina. Søgan um tey bæði er, at tey vórðu send til Føroya at toga oyggjarnar til Íslands. Risin varð standandi í sjónum, men kellingin kleiv niðan á Eiðiskoll at binda oyggjarnar saman, so risin kundi fara við teimum. Síðan setti hon so harðliga av, at Kollurin støkk sundur. fyrireikanin var drúgvari enn væntað, og tá ið tey vóru búgvin at fara til Íslands, reis sólin úr kavi, og tey vórðu til stein.
Hiðan sært tú eisini Slættaratind og Gráfelli, sum – við sínum 880 og 856 metrum – eru hægstu fjøll í Føroyum.
Fylg varðunum allan vegin oman til Tjørnuvíkar. Henda tættbygda bygdin er ógviliga vakur og sjarmerandi partur av Føroyum. Tjørnuvík er kend fyri sín serliga sálmasong, Kingo-sangin, sum er elligomul sálmasiðvenja, sum stavar frá danska sálmaskaldinum Thomas Kingo. Bygdin hevur eitt kór, ið syngur Kingo sálmar. Tjørnuvík hevur eisini ein góðan sand og lógv, sum brýtur, og tað dregur nógv vitjandi.
Túrurin er vakur at ganga báðar vegir.
Saksun - Tjørnuvík
Ikki slepst til Saksunar við almennum flutningsmiðlum. Leið 202 koyrur til og frá Tjørnuvík.
Parkering, Saksun
Á almenna parkeringsplássinum tætt við kirkjuna í Saksun stendur bilur væl. Haðan gongur tú tvørtur um brúnna, har tú finnur á, hvar gøtan byrjar (teknað við bláari striku á myndina).
Tjørnuvík - Saksun
Ikki slepst til Saksunar við almennum flutningsmiðlum. Leið 202 koyrur til og frá Tjørnuvík.
Parkering, Tjørnuvík
Almenna parkeringsplássið liggur við høvuðsvegin, tá ið tú kemur inn í bygdina. Haðan gongur tú tvørtur um brúnna, fram við kirkjuni og ígjøgnum bygdina hagar til, at gøtan byrjar (teknað við bláari striku á myndini).
Saksun - Tjørnuvík
Tjørnuvík - Saksun
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar