Sandur - Søltuvík

  • Meðan gingið verður frá Gróthúsvatni niðan til Gívrinarhol, er gott útsýnið út í Norðarahaga í Skúvoy, har vit her síggja Høvdan og Fagradalsbrekku. Ovast uppi er Knúkur, 392 m. Meðan vit ganga er eisini eitt ríkt djóralív rundan um okkum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Risastóri bindisteinurin við Gróthúsvatn - 18 metrar til ummáls, sum konur á Sandoynni hava bundið uppá. Mynd Óli Gardshodn.
  • Søltuvík. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið av Ráunum, vestantil sunnanfyri Søltuvík, norðuryvir fuglabjørgini á vestursíðuni á Sandoynni. Mitt á myndin sæst Oknadalsdrangur, 182 m. Í baksýninum norðurendin á Sandoynni og Trøllhøvdi. Aftast Vágoyggin. Mynd Óli Gardshodn.
  • Útsýnið oman yvir Søltuvík. Her er útgrunt og tað var her skipið Prinsipia úr Skotlandi rak á land tann 21-11-1895. Ovast mitt á myndini er útsýnisstaðið beint sunnanfyri Søltuvík, har tú kanst njóta vøkru brøttu vestursíðuna á Sandoynni. Mynd: Óli Gardshodn
  • Gróthúsvatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • Gróthúsvatn og Atlantarhavið, bert sundurskild av vegnum. Ovast til vinstru sæst Salthøvdi, 139 m. Til høgru sæst vegurin niðan eftir Á Skor, sum førir til Søltuvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • Runtheiðar – góðu torvheiðarnar hjá Sandingum. Ovast til vinstru sæst Salthøvdi, 139 m. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið frá Gívrunarhol eystur yvir Sandoyarbygd. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein ævintýraferð í vakra og serstaka landslagnum fylt við dramatiskari søgu – alt meðan tú onkursvegna følir gívrina anda teg í nakkan.

Túrurin byrjar við gamla skúlan á Sandi. Gang eftir vegnum Undir Reynum, og síðani Søltuvíkarvegin.

Við høgrulið, umleið 700 metrar frá fráfaringarstaðnum, sæst eyðkenda Gívrinarspor í steini. Um hesa gívrina skrivar V.U. Hammershaimb í "Færøsk anthologi I" í 1891:

 

 "Tað er manna søgn, at maður fór heiman av Sandi og niður á botn á holinum at finna gívrina. Hann kom væl fram sína ferð og sá har yvirvaksna kelling standa og mala gull á eini kvørn;  eitt lítið barn sat inni hjá henni og spældi sær við eitt gullkelvi. Kellingin var blind, og tí hætti maðurin sær so spakuliga fram at kvørnini og tók til sín av gullinum, ið hon mól.

Gívurin hvørki sá ella hoyrdi nakað til hansara, men kendi tó á sær, at okkurt ilt mundi vera á ferð og mælti tí: “Annaðhvørt er tað músin, ið melur, ella tjóvurin, ið stjelur - ella ruggar henda gamla ikki rætt”. Maðurin fór nú frá henni við gull-inum, tók gullkelvið frá barninum og sló tað í heysin; tað fór tá so sárt at gráta.   Nú, gívurin hetta hoyrdi, grunaði hon ilt og sprakk á føtur, trilvaði eftir honum um alt hellið, men fann ongan, tí at maðurin var tá longu sloppin upp úr holinum, stigin á hestin og tví-sporaði sum skjótast heim við gullinum.

Gívurin rópaði tí sum harðast eftir grannkonu síni, segði henni frá sínum vanda og bað hana hjálpa sær at taka tjóvin. Hon var ikki sein á føtur at renna eftir honum, ginaði tvørtur um vatnið so fast, at fótasporini síggjast enn í steinunum hvørt spor sínumegin vatnið, og kallast tey  “Gívrinar spor”.

Hann var komin so væl framman undan, at langt var ímillum teirra, til tess hann kom á Vølismýri, tá var hin gívurin komin honum so nær, at hon náddi at tríva um halan á hestinum, og hon slepti honum ikki, men steðgaði hestinum í ferðini; maðurin  koyrdi so hart undir hestin, at hann sprakk fram eitt lop, men halin slitnaði frá, tí at gívurin var føst á fótum og orkaði at halda ímóti; hesturin datt, og maðurin fram av honum - tá sást kirkjan, og maðurin var bjargaður, og gívurin, sum tá einki vald hevði á  honum, mátti við tí skili venda aftur.

Enn hoyrist yvir “Gívrinar holi”, hvussu hin gamla blinda gívurin melur gull í tí djúpa hellinum."

 

Við Gróthúsvatn finnur tú eisini tann kenda bindisteinin. Konur á Sandoynni hava bundið uppá risastóra steinin ið er 18 metrar til ummáls. 

Frá Gróthúsvatni gongur leiðin nakað niðaneftir og umleið ein kilometur seinni er Gívrunarhol, har Gívurin sigst at búgva. Næstu 300 metrarnar er rættiliga brætt vinstrumegin. Lendið hagani og og suður til Saltøvdið, er har, ið fólk av Sandi í gomlum døgum skøru torv í høgari góðsku.

Komin vestur til bakkan við Tyrilsvál er gott útsýnið oman á torvheiðarnar. Beinu linjurnar frá skurðinum í lendinum eru sokallaði torveygu. Hagani ber til at fara á ein síðuveg, sum gongur til eitt útsýnisstað beint sunnanfyri Søltuvík. Frá útsýnisstaðnum síggjast tiltiknu bjørgini á vestursíðuni á Sandoynni, og 182 metur høgi drangin, Oknadalsdrangur.

Fylg vegnum og Søltuvík kemur so líðandi undan. Har stendur minnisvarði og á honum hesi orðini:

 

“Prinsipia fór úr Dundee í Skotlandi 16. novembur í 1895 til Amerika. Í illveðri 19. novembur kom eldur í skipið og setti kós mótí Skotlandi, men endaði í Føroyum, har tað fór á land á Stóraboða í Søltuvík 21. novembur. Bert einum manni var lív lagað. Hann rak á lastalúku í fjúrtan tímar og varð bjargaður í land í Kirkjubø.”

Sandur - Søltuvík

Sandur - Søltuvík

Góð parkeringsviðurskifti eru við skúlan á Sandi – sí grønu linjurnar. Gang haðani niðan vestureftir, eftir vegnum Undir Reynum, sum víst við bláa pílinum, og haðani víðari beint fram eftir Søltuvíkarvegnum. Eitt skelti er við høvuðsvegin, sum vísir á vegin til “Sølvuvík”. 

Fakta

path icon
2t 50m

Tíð

path icon
11 km

longd

hilltop peak icon
85 m

Hægsta stað

family icon
229 m

Hæddarmetrar


family icon 8 +
difficulty icon Miðal - Lættur, men eitt sindur langur túrur, efitr góðum vegi
terrain icon Asfalteraður vegur
11°C
10 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours