Sandvík - Hvalba
Hugnaligur og vakur túrur við sera góðum útsýnið, har gingið verður fram við minnisvarðanum uppi á Sandvíksegg.
Túrurin byrjar vesturi við endan á vegnum við Mýrarnar í dalinum vestan fyri Sandvík. Eitt skelti beint vestanfyri brúnna um Sandvíksá vísir á gomlu bygdagøtuna til Hvalbiar. Gang út gjøgnum portrini og fylg varðunum niðan brekkuna.
Sandvík er millum elstu bygdir í Føroyum. Søgnin sigur, at víkingahøvdingin Sigmundur Brestisson svam úr Skúvoy til Sandvíkar einaferð fyrst í 11. øld, eftir at fíggindi hansara Tróndur í Gøtu og menn hansara lupu á hann. Tað mesta av teininum svam Sigmundur við tveimum monnum á bakinum. Útlúgvaður kom hann upp á turt á sandinum í Sandvík, men har drópu bóndin Torgrímur Illa og synir hansara Sigmund.
Byrjanin á gøtuni er lagalig, men so gerst tað eitt sindur brattari. Serliga bratt er úr Ovaradali niðan á Leitið har onkur skriða kann verða. Har er eitt sindur langt millum varðarnar, so um tað er myrkt í veðrinum, so kann verða trupult at síggja millum varðarnar.
Meðan gingið verður niðan, er gott útsýnið út eftir Sandvík, við Lítlu Dímun uttanfyri.
Tá gingið verður frá Leitinum og niðan á, sæst ein varði góðar 100 m. sunnanfyri. Hetta er minnisvarðin á Sandvíksegg, sum sóknin reisti teimum 14 monnunum, sum umkomust í skaðagrindini í Sandvík í 1915. Í 1958 var hesin minnisvarði so illa slitin av vindi og veðri, at tey avvarðandi reistu hann av nýggjum í Sandvík.
Komin tvørtur um gongur leiðin oman til Hvalbiar. Hetta er ein langur, lagaliður og hugnaligur teinur eftir slætta og vallaða lendinum, har fitt av heiðafugli er. So við og við sum gingið verður, kemur meira og meira av Hvalba undan. Í byrjanini er tað mest Grímsfjall, Hvalbiareiði, Nes og Høgubjørg, sum skarða framúr, men so við og við kemur eisini stóra fløtan niðanfyri okkum undan, har vit síggja Hvalbiar bygd við stóru sandstrondini og beint innanfyri tær tiltiknu sand-eplavelturnar.
Tað kann verða eitt sindur torført at finna leiðina oman. Gang oman gjøgnum geilina, fram við ánni, har ein garður er vinstru megin og eitt hegn høgrumegin. Halt fram omaneftir vinstru megin gamla stoypta vatntanganum, har tú so sært bøgarðsportrið áraka nærmasta húsið.
Sandvík - Hvalba
Góð parkeringsviðurskifti eru inni á Mýrunum, við rættina beint áðrenn brúnna um Sandvíksá, har sum gøtan byrjar, sí grønu markeringarnar á myndunum. Haðani gongur tú út á bygdagøtuna eftir bláu pílunum.
Hvalba - Sandvík
Góð parkeringsviðurskifti eru við Roynhøllina, við Bíarveg 114, sum er tætt við har, sum gøtan byrjar (Giljageil 14), sí grønu markeringarnar á myndunum. Haðani gongur tú út á bygdagøtuna eftir bláu pílunum. Legg merki til Hiking skeltini á myndunum.
Sandvík - Hvalba
Hvalba - Sandvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar